Endiliga bragdaði

Tilsamans 15 ferðir á rað var tað ikki eydnast spanska tennisspælaran, Fernando Verdasco, at vinna á einum spælara, sum er millum 10 teir bestu á heimsstyrkilistanum. Men í gjár bragdaði endiliga hjá spaniólanum, sum er nummar 11 í heiminum, tá hann vann 3-6, 6-4 og 6-4 á heimsins nummar sjey, Andy Roddick, í einari ATP-finalu í San Jose í Kalifornia.