Endurnýta gamalt graslíki

- Sparkivøllurin í Søldarfirði er nú nærum klárur at brúka aftur og nú við grønum granulati, siga tey í Runavíkar kommunu.

Tá graslíkið varð skift á vøllinum við Løkin í fjør, varð gamli vøllurin skorin í petti og tikin av og nakað seinni fluttur út til fleiri av sparkivallunum í kommununi.

 

- Fleiri av gomlu vøllunum høvdu svart gummigranulat, og tað hevur í nógv ár verið eitt ynski at fáa aðrar vallir. Samstundis skuldi gamli vøllurin við Løkin beinast burtur, so ella so.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at heldur enn at tyrva ella brenna gamla graslíkið, varð gjørt av at royna at endurnýta graslíkið í tann mun, tað bar til.

 

- Fyrsta royndin er um dagarnar gjørd á sparkivøllinum í Søldarfirði.

 

Lagt verður aftrat, at taekwondofelagið, Hwarang Føroyar, sum mangan roynist væl, tá uppgávur skulu loysast skjótt og væl, tók eisini hesa uppgávuna á seg - at leggja gamla graslíkið út og líma tað. 

 

- Vøllurin í Søldarfirði er nú nærum klárur at brúka aftur og nú við grønum granulati.

 

- Í framtíðini kunnu børn og vaksin í økinum tí spæla á sama graslíkinum, sum í eini níggju ár var álitið hjá hetjunum við Løkin, siga tey í Runavíkar kommunu.