Ummæli
Bólkurin Enekk, sum ikki hevur verið at sæð á palli í langa tíð, hevði mánakvøldið konsert í høllini í Norðurlandahúsinum í sambandi við Listastevnuna og í sambandi við, at 25 ár eru liðin síðani plátufelagið Tutl varð stovnað.
Sjálvt um bólkurin ikki hevur verið nógv at sæð til seinastu árini, tóktist tað ikki, sum áhugin var so stórur fyri bólkinum. Men tó. Høllin var eitt sindur meira enn hálvfull.
Tað, sum vanliga verður kallað, føroyskt presisheit var ikki handhevjað á konsertini, tí byrjað varð stundisliga ? so stundisliga, at aftaná fyrsta lagið komu fólk sníkjandi inn í salin, tí tey vóru ov sein.
Birgir Kruse, formaðurin í stýrinum fyri Listastevnuna bjóðaði vælkomin, og bað fólk um at sløkkja fartelefonirnar, so hvørki tónleikarar ella áhoyrarar vórðu órógvaðir meðan konsertin var. Og hetta vísti seg at rigga væl, tí ongin fartelefon var at hoyra ígjøgnum alla konsertina ? eitt stórt herðaklapp til publikum.
Síðani fór rullan ígongd. Konsertin, ið Enekk hevði valt at kalla »Meðan vit nærkast jørðini«, byrjaði við, tangentleikaranum, Óla Olsen. Í myrkrinum í høllini sótu øll í andakt og lurtaðu, spent uppá, hvat fór at henda. Og meðan eyguni so spakuliga vandu seg við myrkrið, byrjaði tónleikurin at ljóma saman við flyglinum. Spakuliga, men støðugt komu tey ymsu ljóðførini inn, og áðrenn tú visti av, sást tú allar tónleikararnar har frammi á pallinum. Ein góð byrjan til nakað, ið síðani vísti seg at vera ein framúr góð konsert.
Friðarligt
Um einum dámar tað meira villa slagi av tónleiki ella um ein er til buldur og brak, so er Enekk ikki tann rætti bólkurin.
Konsertin var merkt av friðarliga tónleikinum hjá bólkinum í stílinum, sum Enekk kallar fólka-jazzur.
Hugtakandi var at síggja, hvussu tónleikararnir spentu seg út á teimum ymsu ljóðførunum.
Rógvi á Rógvu á trummum og percussion spenti seg veruliga út, og vísti, at hann man vera ein av teimum, ið megnar best at meistra trummupinnarnar her á landi. Tað var spennandi at síggja, hvat kort trummuspælarin fór at toga úr ermuni. Umframt trummur brúkti Rógvi nógv percussion ljóðføri, sum gjørdi, at dámurin og ljóðið gjørdist á ein hátt etniskt og ógvuliga livandi.
Umframt trummuspælara var eisini gittarspælarin, Heðin Z. Davidsen. Og eisini megnaði at vísa síni gittarkynstur.
Aftanfyri eina yvirvaksna violin, sum fólk annars vanliga kalla ein kontrabass, stóð Mikael Blak. Ein ungur tónleikari, sum eisini dugir at spæla meira enn tað eina ljóðførið.
Onglendingurin, Pete Tilley, blásti í eitt ljóðføri, sum eitur didjeridoo. Eitt rør, sum tá blást ella tosað verður niður í tað, gevur ljóð frá sær.
Og handan mikrofonina og við kassagittara í hond var Kári Sverrison.
Henda samansetingin av monnum var ein sera spennandi cocktail, ið fekk fólk at sita sum rúnarbundin tann góða tíman konsertin vardi.
Eykaløg
Nógv nýtt tilfar var at hoyra á konsertini, men í sama góða og gamla Enekk stíli. Eisini vóru instrumental løg, og enntá eisini eitt bulgarskt lag at hoyra.
Tónleikararnir vóru avslappaðir á pallinum, og hetta gjørdi framførsluna róliga og líkatil. Onki hóvasták var gjørt burturúr nøkrum, og tónleikararnir, ið til tíðir kundu tykjast lítillátnir kundu fáa tað at tykjast ikki nógv verri enn at byggja eitt putlispæl at spæla á hesi ymsu ljóðførini.
13 løg vóru á skránni hjá bólkinum, og aftaná hesi trettan komu ungar gentur í føroyskum klæðum á pallin og góvu tónleikarunum blómur. Og ikki nóg mikið við tí. Eisini Kristian Blak úr Tutl fekk handað blómur í sambandi við 25 ára føðingardagin.
Men Enekk slapp ikki so. Áskoðarafjøldin, sjálvt um hon ikki var so stór, sum ein kundi væntað, dugdi hóast alt at klappa tónleikararnar innaftur.
Og hesuferð fóru Kári Sverrison og hinir yvir til skjaldrini, og er hetta nakað, ið eisini eyðkennir bólkin. Men tey, ið hildu, at nú var sloppið, máttu halda einaferð afturat. Tí lítið hjálpti, at tónleikararnir hvurvu av pallinum aftaná eykalagið. Lógvabrestirnir, trampini og rópini vóru so hørð, at teir høvdu helst ikki nógv annað í at velja enn at koma inn aftur á pallin.
»Aja, man kann altíð spæla eitt lag afturat«, segði Kári Sverrison, og rópti síðani restina av manningini inn á pallin. Hetta seinna eykalagið gjørdist eisini seinasta lagið á konsertini, sum til endans vardi góðan hálvan annan tíma.
Kvøldið var at enda komið, og aftaná kundi fjøldin ikki annað enn staðfesta, at konsertin hevði verið framúr góð. So er bara eftir at vóna, at Enekk vera oftari at síggja á palli í framtíðini.