Bólkurin Enekk man vera ein hin mest nýskapandi bólkurin, sum plátufelagið Tutl hevur givið út, síðani felagið varð til fyri 25 árum síðani. Eitt nú hevur bólkurin útgivið fløguna "Ver sterk mín sál", sum byggir á yrkingar eftir J.H.O Djurhuus. Í hesum verki verður fólkatónleikur úr ymsum londum settur á ein heimligan klangbotn, sum ger Enekk til eitt serligt upplivilsi, bæði á fløgu og konsert.
Stílin nevna teir fólkajazz, ið er runnin av heimsfólkatónleiki, skjaldraløgum og kvæðum.
Aðrar útgávur hjá Enekk eru "Andlit hins tigandi" og "Fýra nætur fyri jól".
Fyrstu ferð bólkurin var at hoyra alment, var við sanginum " Eru vit til" í sangkappingini hjá Amnesty International.
Tað er langt síðani Enekk seinast varð á palli, men nú er tíðin komin. Listastevna Føroya hevur sett bólkin á skránna í samband við 25 ára haldið hjá Tutl.
Tvær konsertir verða við Enekk. Onnur er í høllini í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 12. august klokkan 19.30, og hin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 17. august klokkan 21.
Á konsertunum verður møguleiki at hoyra nýtt verk frá bólkinum. "Meðan vit nærkast jørðini" er eitt av nýskrivaðu løgunum, sum verður at hoyra.
Enekk hevur, síðani bólkurin varð stovnaður í 1991, altíð spælt egnan tónleik, bæði í Føroyum, og í so fjarskotnum londum, sum eitt nú Bulgaria.
Bólkurin Enekk verður mannaður av Kára Sverrisyni á sang og kassagittara, Óla Olsen, sum spælir Flygil, ljómborð og harmoniku, Mikael Blak á kontrabass og elbass, og Rógvi á Rógvu skal mýkja trummuskinnini.