Tað gongur við rúkandi ferð. Fyri fáum árum síðani tuskaði hann runt í Gundadali, og í gjár spældi hann fótbólt á hægsta støði frammanfyri 14.086 áskoðarum. 19 ára gamli René Shaki Joensen, sum er partur av føroyska U21-landsliðnum og fyri stuttari tíð síðani skrivaði fulltíðarsáttmála við danska felagið Brøndby IF, fekk nevniliga um vikuskiftið debut í Superliguni. René kom á vøllin í útidystinum hjá Brøndby ímóti AGF. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik varð hann settur á høgra bakk í staðin fyri Daniel Norouzi, og her royndist hann væl – serliga í álopspartinum – hetta hóast Brøndby var fyri fullkomnari eyðmýking og tapti heili 1-5 eftir at hava verði aftanfyri 0-2 í hálvleikinum og 0-3 tá ið René kom á vøllin.
Fantastiskt
René S. Joensen, sum nú syrgir fyri, at Christian Holst ikki er einasti føroyingurin í Superliguni, var sum vera man fegin um at sleppa á vøllin.
- Tað var jú fantastiskt at fáa debut. Tað er sjálvandi nakað verri nakað at tapa somikið nógv, men eg eri hóast alt glaður fyri at fáa mín fyrsta dyst. Hetta var ein trupult dystur at koma inn í. Vit vóru longu aftanfyri við fleiri málum, men tað er ikki annað at gera enn at geva seg fult út, sigur René við heimasíðuna hjá Brøndby og heldur fram:
- Eg var sera nervøsur, tó glaður, tá ið eg fekk boðini um, at eg skuldi á vøllin. Bent segði við meg, at eg ikki skuldi hugsa um umstøðurnar, men bara fara inn og njóta tað, sigur fyrrverandi B36- og HB-leikarin, sum nú hevur fingið sínar fyrstu minuttir í Superliguni út av teimum vónandi mongu.