Skrivandi parturin av ensku pressuni staðfestifríggjadagin, at Ronaldo hevur verið í flokki fyri seg hetta kappingarárið. Fyrr í vár fekk Ronaldo heiðurin sum besti spælarin og besti ungi spælarin frá enska sambandinum hjá fótbóltsspælarum, og í gjár vóru tað so skrivandi miðlarnir, sum kundu geva honum heiðurin.
Ikki óvæntað var Didier Drogba úr Chelsea kosin sum næst besti spælarin. Honum á baki komu liðfelagarnir hjá Ronaldo í Manchester United, Ryan Giggs og Paul Scholes.