Hannes Agnarsson hevur í kvøld gjørt nýggjan sáttmála við B36. Hann fylgir sostatt Sebastian Pingel, sum eisini hevur longt sáttmálan seinastu tíðina. Hartil er Bárður Olsen komin til felagið úr EB/Streymi, men tað er ikki alment enn.
- 21 ára gamli og kviki vongurin hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við B36. Hannes hevur spælt 62 dystir í bestu deildini, 11 europeiskar dystir og 9 steypadystir - allar fyri B36, skrivar felagið á Facebook-vanganum í kvøld.
Tá tað verður skrivað, at hann er ein profilur, so er tað tí hann hevur átt ein lyklaleik í fleiri av minniligastu úrslitunum hjá B36 seinnu árini. Tó hava skaðar gjørt sítt til, at hann ikki hevur spælt fleiri dystir. Felagið kunngjørdi fyrr í vikuni, at Sebastian Pingel hevur longt sáttmálan.
- Toppskjúttin hjá B36 í ár, Sebastian Pingel, tekur enn eitt ár í B36. Fryntiligi og orkufulli danin, sum upprunaliga kom til Føroyar og B36 í 2016, hevur í dag gjørt nýggjan sáttmála við B36 fyri 2021, skrivaði B36 í gjár.
B36 hevur eisini fingið tilgongd av Bárði Olsen. Tað hevur í eina tíð ljóðað, at Bárður Olsen er á veg til B36. Hann spældi í fyrru hálvu í ár við næstbesta liðnum hjá B36, og skifti síðani til barndómsfelagið, EB/Streymi. Nú er greitt, at miðvallarin verður aftur at síggja í B36, men nú á besta liðnum.
Hann vandi í gjár við besta liðnum hjá B36, og har bleiv boðað frá, at Bárður Olsen verður partur av hópinum til komandi kappingarár, eins og Bjarki Nielsen, sum er komin úr AB. Higartil telur frágongdin Árna Frederiksberg (KÍ) og Michal Przybylski (HB), meðan tað er sannlíkt at Stefan Radosavlejvic eisini fer til HB.