Enn einaferð dumpaði Kringvarpið

Ein nýggjur Fiskivinnuskúli er bygdur í Vestmanna og stór hátíðarløta var fyri almenninginum mánadagin kl.1500

Tey sum høvdu tíð og kundu leggja leiðin framvið í Vetmanna vóru mong, men enn fleiri vóru til arbeiðis ella stødd aðrastanis kring landi og kundu ikki leggja leiðina fram við nýggja snotuliga skúlan hendan mánadagin.

Tí mundu tað verða mong sum kl 1900 settu seg tilrættis framman fyri sjónvarpsskýggjan, og væntaðu ein innslag um nýggja Fiskivinnuskúlan í Degi og Viku. Men øll blivu skuffaði, jú tí har var einki innslag. Henda hending var ikki stór nokk, til at Kringvarpið sendi ein upptøkumann og ein journalist norður til Vestmanna, fyri at vísa Føroya landi tann nýggja skúlan.

Dagur og Vika vildi heldur vísa gamlar myndur um Topaz máli, har jú einki nýtt var at frætta, innsløg um handlar og Norrønu og til síst um grýlur og tunnisláttur. ØLL hesi innsløg høvdu tað til felags, at tey vóru úr Havnini og tað sigur ikki so lítið um áhugan hjá Kringvarpinum uttanfyri bøgarðanar í Havnini.

 

Morgunsendingin hevði eitt innslag um morgunin og skulu teir hava takk fyri tað, men tá allir stovnar nú royna at samantvinna alt sum samantvinnast kann, fyri at spara um útreiðslunar, so máttu tey fólk sum taka avgerðir í Kringvarpinum fyri tíðindafluttning, verði so mikið at sær komin at tey samantvinnaðu Útvarp og Sjónvarp í hesum føri. Vit hyggjarar leggja ikki so nógv í hvør stendur aftanfyri mikrofonina, men vilja hava eina heildarmynd.

 

Tvørafólk vóru skuffaði tá kirkja teirra hevði ein stóran dag, her einki bleiv gjørt burturúr frá Kringvarpsins síðu. Eg haldi at fleiri við mær eru skuffaði av tykkum, við ikki at halda nýggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna skal hava tann stóra týdning fyri tykkara tíðindafluttning.

 

Nei sendi titt fleiri innsløg kopieraði frá DR ella NRK og latið journalistanar so renna runt í Havnargøtum fyri at finnað eitt innslag til Dag og Viku. Ella fari til Íslands tá teir hava trupuleikar, hetta er jú bíligast ella hvussu ????

 

Tað eru fólk uttanfyri Havnina sum gjalda Kringvarpsgjald, minnist til tað.