Enn eitt tap til Svøríki

Pólski málverjin, Slawomir Szmal bjargaði helvtina av svensku royndunum, og tað gjørdist munurin á liðunum, tá saman um kom

Hondbóltur

Tað gjørdist enn eitt tap hjá svenska manslandsliðnum í hondbólti í gjárakvøldið. Svenska liðið tapti 24-27 ímóti Póllandi í bólki C í EM-endaspælinum í Eysturríki. Pólland førdi 15-14 í steðginum. - Hetta kenst ógvuliga beiskt. Eg haldi, at vit spældu ein betri dyst enn ígjár, men vit møta eisini einum betri liði. Tíverri, so orka vit ikki at fylgja teimum allan vegin. Vit brenna ov nógvar opnar málmøguleikar, segði Tobias Karlsson við svensku sjónvarpsrásina, TV4 aftaná dystin.

Byrjaðu væl

Svøríki byrjaði væl, og var eitt skiftið á odda 8-4. Men so fekk Pólland gongd á spælið hjá sær, og pólendingar otaðu seg framum. Pólland byrjaði betri í seinna hálvleiki, men miðskeiðis í hálvleikinum hevði Svøríki eina góða løtu, har svenskarar arbeiddu seg frá 18-22 og upp til 22-22. Men so strammaðu pólendingar í aftur, og løtu seinni var Pólland á odda 26-22. - Tað kendist, sum vit høvdu ein møguleika allan dystin, men vit taptu ímóti einum betri liði, segði venjarin, Ola Lindgren við svenska TV4. - Vit hava nógvar málmøguleikar, og tað er ov vánaligt, at vit ikki gagnnýta teir. Vit spæla bóltin væl fram í álopið, men vit mugu og skulu gagnnýta so stórar málmøguleikar, staðfesti Ola Lindgren. Besti maðurin á vøllinum var pólski málverjin,Slawomir Szmal. Slawomir Szmal hevði 22 bjargingar í dystinum, og eitt bjargingarprosent uppá heili 49 prosent.