Enn fleiri spælarar fara úr FCK

Stór útskifting hevur verið í FCK í vetrarsteðginum. Tilsamans átta spælarar hava gjørt sáttmála við onnur feløg, meðan bara tríggir eru lagdir afturat

Todi Jónsson og hansara liðfelagar eru vorðnir nógv færri, nú vetrarsteðgurin fær ein enda um ein mánaða.
Átta spælarar hava longu gjørt sáttmála við onnur feløg. Seks av hesum eru longu farnir avstað, meðan tveir ikki fara fyrr enn kappingarárið er liðugt.
Í sama tíðarskeiðið eru tríggir leikarar lagdir afturat hópinum. Hesir eru longu komnir til felagið.
Tann seinasti í røðini at fara úr felagnum er Donatas Vencevicius, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við norska felagið Start. Hann spælir við litaviska landsliðnum og hevur spælt 51 dystir fyri FCK. Hann hevði tó torført við at vinna sær fast pláss á liðnum, og tí valdi felagið at selja.
Verjuleikarin Diego Tur, sum í fleiri ár hevur verið fastur maður í verjuni hjá FCK, hevur lagt leiðina til eitt annað felag í Keypmannahavn. Hann hevur nevniliga gjørt sáttmála við AB.
Harumframt hevur ungi verjuleikarin Kim Madsen gjørt sáttmála við týska felagið Wolfsburg. Madsen fer tó at spæla við FCK til summarsteðgin, tá sáttmálin kemur í gildi.
Hesir tríggir leikararnir hava gjørt sáttmála við onnur feløg innanfyri ta seinastu vikuna.
Hinir leikararnir, ið hava gjørt sáttmála við onnur feløg eru evnaríki miðvallarin Christian Poulsen (Schalke 04), verjuleikarin Niclas Jensen (Manchester City), verjuleikarin Thomas Rytter (Wolfsburg), verjuleikarin Jacob Laursen (Leicester), áleyparin Thomas Thorninger (Udinese) og seinastu vikuna eru verjuleikarin Kim Madsen (Wolfsburg), verjuleikarin Diego Tur (AB) og miðvallarin Donatas Vencevicius (Start) farnir.
Tó skal viðmerkjast, at Christian Poulsen og Kim Madsen ikki fara úr felagnum fyrr enn í summar, og teir vera tí við á liðnum í vár.
Støðan við fleiri av hesum leikarunum var hon, at sáttmálaskeið teirra varð runnið komandi summar. Tí kundi FCK ikki gera annað enn at selja teir.
Tríggir nýggir leikarar verða at síggja í hvítu troyggjuni hjá FCK. Teir eru verjuleikararnir Bora Zivkovic, ið kemur úr Silkeborg, og Martin Albrechtsen, sum er keyptur í AB. Harumframt kemur norðmaðurin Erik Mykland, sum er fingin úr 1860 München.
Ítróttarstjórin í FCK Niels Christian Holmstrøm sigur, at felagið má góðtaka, at teir góðu spælararnir ikki fáa nóg stórar ítróttarligar avbjóðingar í Danmark, og at FCK ikki megnar at geva teimum eins góða løn, sum teir fáa í øðrum londum.
Hetta er høvuðsorsøkin til, at felagið hevur mist so nógvar lyklaleikarar.
Tó skal nevnast, at FCK undan hesum kappingarárinum ognaði sær fleiri leikarar, sum nú ordiliga fáa seg royndar.