Er ein milliard tikin úr vinnuni?

Ein milliard er tikin úr vinnuni, var yvirskriftin í Sosialinum í vikuskiftinum. Niðurstøðan byggir á tøl frá granskoðaravirkinum Januar, sum varð nýtt sum kelda til talvuna, sum Kári Petersen, búskaparfrøðingur hevur gjørt um vinningsbýti í pelagisku vinnuni.

Hetta fekk granskoðaravirkið Januar til at senda eina rættleiðing, har sagt var, at vinningsbýtið bert var tikið úr rakstrarfeløgunum og ikki úr vinnuni, tí vinningsbýtið í flestu førum er koyrt í eitt móðurfelag, men hetta broytir einki, sigur Kári Petersen, sum stendir við sína útsøgn.
- Tað er tikið úr fiskivinnuni - hvar tað so endar, tað veit man ikki, sigur hann.
Haraftrat vísir talvan at samstundia, sum man hevur tikið 500 milliónir krónur úr rakstrarfeløginum eginognin vaksin við 300 krónur uppá fimm ár, nevniliga frá 120 milliónum til 420 milliónir krónur. Tað vísir, at vit heva eina vinnu, sum við sínum einkarrættindum hevur eitt gjaldføri, sum er nógvar ferðir størri enn neyðugt fyri at hava eina sunna fyritøku, sigur Kári Petersen.
Varðin, sum er eitt av stóru feløgunum í uppsjóvarvinnuni sigur, at fiskimálaráðharrin hevur rætt í, at pengarnir arbeiða í vinnuni.