Er Henrik Old oman fyri lógini?

Tað er spurningurin, sum Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur, setir í brævi til miðlarnar í kvøld.

- Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni?

 

Tað er ein av spurningunum, sum Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur, setir í brævi, sum hann hevur sent miðlunum í kvøld.

 

Í brævinum vísir hann til løgtingslóg nr. 14/2002, har hann metir, at tað soleiðis stendur klokkuklárt (sitat):

 

"Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum".

 

- Fyri okkum vanligu deyðiligu, er einki at ivast í, hvat stendur. Men hjá landstýrismanninum í samferðslumálum stendur nakað annað, enn øll onnur síggja so sera greitt.

 

Fyrrverandi løgtingsmaðurin spyr tí, um Henrik Old er settur at útinna tað, ið løgtingið hevur samtykt - ella, um landsstýrismaðurin er oman fyri lógina.