Er hetta yvirspæld maktgreði?

Levi Mørk leyp á bláman við hugsanum sínum um "lortamuslimar"!

Var tað umhugsað?

Eg havi varnast henda javnaðarmannin og lisið skriving hansara, men havi ivast um innihaldið í mongdini av orðum hansara. Spurningurin gjørdist tí: "Hevur hesin persónur so nógv hjartamál, ið ongin annar er varur við, alla er hann ein einari"?

Tá eg sá viðmerking hansara um syndarligu støðuna í Noregi, so var mín fyrsta hugsan, at hesin persónur ikki hevði fastatøkur á tungu/ella penni sínum.

Fylgjan kom eisini fram eftir umbering hansara:"Eg angri" Hvat?

Nú stendur eftir trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum:!! Maðurin fekk nógvar atkvøður til seinasta býráðsval í Havn umboðandi Javnaðarflokkin.??

Men flokkurin kann ikki seta sína ideologi í vága fyri sovorðna hugsan, "så, hvad gør vi nu"?

Í tíðindunum í kvøld skilja vit, at leiðslan ber í bøtuflaka, fyri at tryggja sær hesar atkvøður! Men hvussu nógv skal meni til at ofra sjónligt?

Mong eru higartil vald við lyftum um grønar skógir, men mínar royndir eru, at oftað verða lyfti givin, men hesi eiga ikki at vera størri, enn tú kanst halda!

Tí minst til :"Úrslitini av lyftum tínum verða fíggjað av teimum, ið hava valt lyfti tíni"!!