Og tí er stovnurin við sínum seinasta uppriti farin út um sína uppgávu. Sjálvandi kann Landsverk eins og øll onnur hava loyvi at mistaka seg, men hetta er tíverri ikki fyrsta dømið. Tí er neyðugt at átala landsverkfrøðingin. Tað hevur stóran týdning, at landsverkfrøðingurin heldur seg til tað, sum er hansara uppgáva, tí um hann ov ofta úttalar seg politiskt, verður truplari hjá okkum politikkarum at hava álit á hansara tøkniligu ráðgeving.
Við tíðini eru tað fleiri tekin, sum benda á, at landsverkfrøðingurin ikki er serliga fegin um skálafjarðartunnilsverkætlanina. Vónandi meti eg skeivt, tí tað er sera neyðugt, at Landsverk er viðleikari í hesari ovurstóru verkætlan. Men tá hann fyrst skjýtur upp at gera brúgv um Skálafjørðin og síðani, í beinleiðis mótsøgn við aðrar verkfrøðingar, mælir frá at gera rundkoyring í tunlinum og nú roynir at fáa eysturoyingar, norðoyingar og sandoyingar einsamallar at gjalda báðar tunlarnar, so tykist hann alt meiri at avdúka sín illvilja.
Um vit skulu viðgera tankan hjá landsverkfrøðinginum – og lat meg siga, at eg einans havi tíðindini í fjølmiðlunum at halla meg til – skal sandoyartunnilin fíggjast við yvirskoti av skálafjarðartunlinum. Hetta er ein sera góður leistur fyri tey, sum búgva í miðstaðarøkinum, tí tað verður í minni mun tey, sum koma at nýta skálafjarðar- og sandoyartunnilin. Tað eru í høvuðsheitum tey uttan fyri Havnina, sum verða stórbrúkarar av tunlunum báðum. Ferðslan gongur til Havnar um morgunin og úr aftur Havnini um kvøldið, tí vit hava ein høvuðsstað, sum veksur stútt og støðugt, og alt fleiri tilboð, tænastur og arbeiðspláss eru har.
Fleiri vansar eru við uppskotinum hjá landsverki:
Uppskotið er ósamhaldsfast, tí tey, sum fara at brúka skálafjarðartunnilin, koma at gjalda ein yvirprís uttan at fáa nakað afturfyri og tey, sum búgva í miðøkinum sleppa undan at gjalda sandoyartunnilin yvir skattin.
Uppskotið er ikki sambæriligt við løgtingssamtyktina um skálafjarðartunnilin og er longu nú í ferð við at seinka verkætlanini – ikki ólíkt vanlukkuligu gongdini í sambandi við vegaføringina í Leirvík.
Uppskotið kemur at dýrka gjaldið gjøgnum skálafjarðartunnilin so mikið, at fólk møguliga fara at ivast í at nýta verandi farleið í staðin.
Uppskotið snýr seg um fígging og politikk, og liggur tí uttan fyri virkisøkið hjá Landsverk.
Samanumtikið er uppskotið til lítlan sóma fyri Landsverk, og er til størri skaða enn gagn fyri bæði skálafjarðartunnilin og sandoyartunnilin.
Eg fari at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at arbeiða skjótt við ætlanini um skálafjarðartunnilin eftir tí leisti, sum hann bað Løgtingið um at samtykkja, og síðani at koma við eini skilagóðari loysn í sambandi við sandoyartunnilin. Og so fari eg at heita á landsverkfrøðingin um at nýta sína orku til at ráðgeva um skilabestu tøkniligu loysnirnar uttan mun til, hvat vit politikkarar annars meina.