Er stýriskipanin ógreið ella hvat?

Hvørja ferð okkurt er áfatt í politisku skipanini, ja so venda fjølmiðlarnir sær til fedrarnar av Stýrisskipanarlógini

Tað tykir mær sum at hesir ongantíð koma til nakra semju um, hvussu hon skal tulkast. Tað kann ikki vera meinging, at vanliga fólkið og okkara fólkavaldu, ikki kunnu kenna seg trygg við skipanina.

Hvat hendir, tá hesir fedrar eru farnir undir grønutorvu? Hvør skal tá tulka hana fyri fólki? Eg meini so við - fedrarnir at tí amerikonsku ella tí donsku grundlógini verða ikki spurdir í tíð og ótíð av fjølmiðlunum, hvussu hon skal tulkast.

Um henda góða stýriskipan er so ógreið, so fari eg at heita á ta nýggju samgonguna um at seta skjøtil á eina nýggja stýrisskipan, sum okkara fólkvaldu og vit (vanliga fólkið) kunnu skilja.

Einkult lógarsmíð takk.

Monrovia 21. sep. 2008.