Er tað gott at leggja skúlar í Skúladeplar?

(Fimmarin, sum var mikudagin 1. februar 2006)

Egon Øregaard, skúlastjóri



Sum ikki einaferð, duttu teknisku skúlarnir burtur ímillum. Tí ynski eg at koma við fylgjandi viðmerkingum:

Míni sjónarmið eru:
Hvør einstøk miðnámsútbúgving skal hava sín samleika (identitet).
Samskipast skal millum ymsu gymnasialu útbúgvingarnar (hetta arbeiðið er ígongd).
Somuleiðis eigur samskipan at verða fyri SIT á teknisku skúlunum, FHS á handilsskúlunum, SIF á Fiskivinnuskúlanum og lærlingaútbúgvingarnar.

Sera skilagott at leggja miðnámsskúlar í størri eindir  Skúladeplar:
Lestrarumhvørvið kemur at gagna næmingunum.
Samstarvsmøguleikarnir millum ymisku útbúgvingarnar verður styrktir.
Samstarvið millum skúlarnar verður styrkt.
Tey ungu koma inn í eitt størri lestarumhvørvi, sum m.a. fyrireikar tey til altjóðagerðingina.
Eindin við teimum trimum skúlunum er hóskandi í stødd, 1000 - 1200 næmingar. Til samanberingar hava flestu teknisku skúlarnir í Danmark eitt næmingatal frá 1000  3000 næmingar.
Vit eiga at hugsa um, at næmingarnir á Miðnámsskúlunum ikki longur eru børn - og ung ynskja avbjóðingar.
Góðir møguleikar eru fyri, saman við Tórshavnar Kommunu, at skipa Skúladepilin sum ein mentanardepil fyri høðvusstaðin, við m.a. fyrilestarsali, miðlasavni, frítíðarskúlavirksemi o.s.fr.

Spurningar, sum eg seti politiska myndugleikanum:
Hví er tað so rætt at gera Skúladeplar runt landið, tá tað samstundis ikki er rætt at gera Skúladepil í høvuðsstaðarøkinum?

Løgmaður sigur, viðv. Skúladepli í Suðuroy, at miðnámsskúli við ungum millum 16-22 ár
og Heilsuskúlin, har tilkomin fólk millum 30-60 ár, skulu verða saman í einum Skúladepli,
er ein framúr góð loysn. Tað, sum undrar meg og helst eisini onnur við, er, at framsøgu-
maðurin hjá sama flokki sigur, at flokkurin als ikki kann taka undir við, at Føroya Studentaskúli kann húsast undir somu lon sum Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn har flest allir næmingarnir eru millum 16 og 22 ár

Er møguligt at fáa eina grundgeving fyri hesari støðuni hjá Løgmanni og hansara flokki?

Hvussu kann tað vera, at politiski myndugleikin ikki tekur undir við leiðslunum á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, Føroya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla og HF- skeiði? Leiðslurnar, sum settar eru av politiska myndugleikanum, til at hava námsfrøði- ligu ábyrgdina, fíggjarligu ábyrgdina og at menna alt skúlans virki. Leiðslur, sum taka fult undir við, og mæla til, at seta verkætlanina um Skúladepil við Marknagil í verk.

Hvussu kann tað vera, at politiski myndugleikin velir heldur at fylgja sjónarmiðunum, sum ein lærarabólkur førir fram - ein lærarabólkur, sum ikki ynskir at samstarva í einum Skúladepli. Spyrjast kann: Skulu demokratisku sjónarmiðini tambast á henda hátt og skal bíðast við at seta spakan í, til vit øll 200 - 250 starvsfólk, sum eru í arbeiði á hesum skúlunum, gerast samd?

Til innihaldið í sendingini (Fimmaranum mikudagin 1. februar):
Sera hugaligt at hetta viðkomandi og týdningarmikla málið verður tikið upp í almenna kjakinum - takk til Kringvarp Føroya.
Helgi Jacobsen var tó í so grammur at stýra, og mistu vit tí fleiri góð points.
Sjálvur meti eg, at teknisku skúlarnir vóru undirumboðaðir. Tó fekk skúlastjórin á Tekniska Skúlanum í Tórshavn 2 minuttir og 28 sekund í sendingini.

Næmingur:
Næmingur frá Studentaskúlanum í Hoydølum sigur m.a. í sendingini, at álitið, sum var lagt fyri landsstýrið 28. nov. 2003 (Skúladepilin við Marknagil) er: 1) vánaligt uppá allar mátar  2) fullkomuliga óbrúkiligt  3) tóm orð og ein arkitektatekning  4)&.so skulu onnur fólk til at gera tað, enn tey, sum gera tað í dag.

ad 1)2)3) Sjálvur havi eg arbeitt í skúlaskipanini í 26½ ár, har av tey seinastu 9 árini sum skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn (TST). Eg havi gjøgnum árini verið við í nógvum nevndum, sum hava fyrireikað bygging, sum skuldu nøkta hølistørvin hjá TST. Seinasta álitið Skipanaruppskot um Skúladepilin við Marknagil er so avgjørt tað mest gjøgnumhugsaða, best gjøgnumarbeidda og tann mest framkomna verkætlanin, eg higartil havi sæð. (detailtekningar, projekteringstekningar v. m. fingu vit tíverri ikki loyvi at fara undir.)

ad 4) Í fyrireikingarnevndini til Skipanaruppskot um Skúladepil við Marknagil vóru:
Rektarin og stjórarnir á teimum trimum skúlunum, Føroya Studentaskúla- og HF skeiði, Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Hesir eru, av politisku myndugleikunum, settir at hava dagligu leiðsluna av skúlunum og hava námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina av skúlunum. Haraftrat er uppgávan hjá stjórunum at menna skúlarnar á øllum økjum.
Eru hesir ikki egnaðir? - Hvør skal koma ístaðin?

Stýrisformenninir á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúlanum í Tórshavn, sum eru valdir av, og umboða vinnulívið í útbúgvingarmálum á teimum báðum stóru vinnuskúl- unum. Eru hesir ikki egnaðir? - Hvør skal koma ístaðin?

Inspektørur á Føroya Studentaskúla- & HF skeiði. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin?

Deildarsjórin í Mentamálaráðnum, við ábyrgd fyri m.a. miðnáms- og yrkisskúlunum. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin?

Formaðurin í bygginevndini er ein av okkara royndastu arkitektum í Føroyum, sum gjøgnum tey seinastu uml. 25 árini, hevur verið við í ymiskum nevndum í sambandi við bygging av skúlum í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin?

Arkitektur frá Landsverk, hevur havt eygleiðarastøðu í bygginevndini. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin?

Eitt, av teimum stóru og viðurkendu arkitektavirkjunum í Føroyum stóð fyri arkitektaarbeiðinum. Er hetta virkið ikki egnað?
Tað er hugaligt, at næmingarnir gera vart við teirra sjónarmið. Tó tykir mær at rættast er, tá niðurstøðan í sjónarmiðunum eru so radikal, at kannast eigur, um grundgevingarnar fyri sjónarmiðunum eru rættar. Hetta kann í hesum førinum m.a. gerast við at venda sær til tey, sum hava arbeitt við verkætlanini. Eitt nú er viðkomandi næmingur o.o., vælkomin at venda sær til mín, sum er partur í bygginevndini.

Næsta stigið í arbeiðinum hjá bygginevndini var at senda Skipanaruppskotið til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum. M.a. var ætlanin at skipa fyri nøkrum evnisdøgum, saman við øllum starvsfólkunum á teimum trimum skúlunum. Sum kunnugt kom arbeiðið ongantíð so langt.  Tað var steðgað av politiskari ússaligheit og mótstøðu - væl stuðlað av ávísum lærarabólki í Hoydølum.

Lærari í Hoydølum:
Tað er beinleiðis ósatt, tá Kári Mortensen, lærari í Hoydølum, í sendingini gevur ábendingar um, at arbeiðssetningurin hjá bygginevndini, sum skuldi fyrireika álitið um Skúladepilin við Marknagil, var tengt saman við, at eitt felags støðisár fyri allar skúlarnar skuldi gerast, og at alt skuldi í sama pott. Hetta sjónarmiðið er tó ikki ókent, og kom rættiliga skjótt fram frá teimum sum vóru ósamd, og ikki ynsktu at samstarva í einum Skúladepli.

Tey, sum hava áhuga fyri tí, kunnu við at venda sær til Mentamálaráðið, fáa alment innlit í skjalið dagf. 12. mai 2003: Máltal: 43101/011072/30-/VJ
Somuleiðis er møguleiki fyri at fáa alment innlit í fundarfrágreiðingarnar frá teimum 15 bygginevndarfundunum.

Brot úr nevnda skjali:
Tilnevning og arbeiðssetningur fyri bygginevnd at stíla fyri bygging av skúladepli í Marknagili

&&&&&&&Bygginevndin skal umboða ráðið í øllum lutum og tryggja áhugamál ráðsins. Ein byggiráðgevi frá Landsverkfrøðingsstovninum verður knýttur at bygginevndin.

Skúladepilin í Marknagili skal byggjast á tann hátt, at verkætlanin verður tillagað og sett í verk soleiðis, at byggistig til bæði Tekniska Skúla, Studentaskúla og Handilsskúla verða bygd parallelt, og at serstovur kunnu takast í nýtlsu, so hvørt eitt byggistig er liðugt.

Miðast skal ímóti, at skúlarnir í skúlaárinum 2005/2006 kunnu taka fyrstu serhølini/deildirnar í nýtslu. Gerast skal ein meting av hølisumstøðunum hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn fyri at raðfesta, hvør deild skal byggjast fyrst. Arbeiðið skal skipast soleiðis, at verklagslóg fyri hesa bygging skal leggjast fyri tingið í heyst.

Høvuðsuppgávan hjá bygginevndini verður, at

gjøgnumganga vinnarauppskotini frá hugskotskappingini í samband við skúladepilin og uppskotið, sum Árni Winther hevur gjørt í sambandi við bygging av Tekniska Skúlanum í Tórshavn og hølum til Føroya Handilsskúla.
leggja dent á eitt gott skúlaumhvørvi og felagstrivna, og at hædd verður tikin fyri nýggjastu rákini innan námsfrøði og nýtslu av KT í undirvísingini.
finna fram til bestu loysnina, so byggjast kann í stigum/parallelt so serstovur/deildir kunnu takast í nýtslu so hvørt eitt byggistig er liðugt.
hava eftirlit við, at valda loysnin verður framd í verki og vegna Mentamálaráðið at tillaga verkætlanina so fíggjarliga ásetingin í eini samtyktari verkslagslóg heldur.
skunda undir verkætlanina samsvarandi møguligari alternativari fígging til sjálvsognar-stovnarnar, sum landsstýrismaðurin útvegar.

Arbeiðssetningurin hjá bygginevndini:
Saman við almennu byggiumsitingina taka lut í fyrireikandi arbeiðinum, herundir
seta upp tørv, krøv og ynskir til ætlaða skúladepilin
gerð av byggiprogrammi
gerð av skitsuprojekti
Hava eftirlit við, at forprojekt og høvuðsprojekt eru í samsvari við byggiprogram og
skitsuprojekt
Tryggja fakligu góðskuna við atliti at funktionaliteti og um neyðugt fyriskipa hoyringar av
Brúkarabólkum

Vera bindilið millum Mentamálaráðið og landsverkfrøðingurin, herundir virka sum fakligur ráðgevari við atliti at funktionaliteti.

Gera tilmælir til Mentamálaráðið, so hvørt sum tær einstøku fasurnar í byggiprosessini eru loknar.

Kunna Mentamálaráðið, so hvørt sum arbeiðið líður.

Út frá omanfyri nevndu brotum í arbeiðssetninginum, fari eg at afturvísa pástandin hjá ósamda lærarabólkinum í Hoydølum og øðrum um, at goymdur arbeiðssetningur liggur í ætlanini um bygging av Skúladeplinum við Marknagil.

Eg vil gera greitt, vegna stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, og fyri starvsfólkini á skúlanum, at vit fegin vilja samstarva í einum Skúladepli við Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla- og HF-skeiði og øðrum skúlum, um so skal verða.
Tó, um semja ikki kann fáast um Skúladepilin, ynskir skúlin, at farið verður undir at byggja hølir til Tekniska Skúlan í Tórshavn - við tað sama.
Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur egið grundøkið við Marknagil, sum er 40.000 fermetrar, til endamálið.

At enda fari eg enn einaferð at vísa á:
Tað eru í ár, 35 ár síðan fyrstu tekningarnar til bygging av hølum til Tekniska Skúlan í Tórshavn við Marknagil lógu á borðinum - hetta var í 1971, og var tað Palli Gregoriusen, arkitektur, sum teknaði (tekningarnar eru enn til skjals). Hvussu nógvar ætlanir um bygging av Tekniskum Skúla í Tórshavn, síðani hava verið til viðgerðar, er ilt at siga, men tíggjutals ætlanir eru tøkar í skúlans skjalasavni.

Skúlin hevur í dag uml. 220 ársnæmingar, og eru tað uml. 550 næmingar, sum eru tengdir at skúlanum.
Skúlin húsast undir 8 ymiskum lonum á 3 ymiskum addressum í Tórshavn, har tríggjar lonir eru leigumál, sum skúlin betalir útvið eina mió kr. fyri, um árið.

Nógvar góðar og nakrar minni góðar loysnir hava sæð dagsins ljós. Summar loysnir vóru framúr
góðar, men m.a. partapolitiskt trongskygni, politisk lokaláhugamál, smáligheit og lítli samstarvs-
viljin gjøgnum tíðirnar, hava køvt øllum ætlanunum.

Vit á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, stúra stórliga fyri, hvussu skúlin fer at standa seg í kappingini undir verandi umstøðum?
Um vit fara at megna tey krøv, sum menningin í nútíðar-samfelagnum setir skúlanum í hesum døgum?
Um vit koma at klára kappingina við aðrar skúlar í Føroyum, Danmark og øðrum londum?

Eg eri vegna Tekniska Skúlan í Tórshavn sera harmur, og ómetaliga ónøgdur við, at tað eftir so mong ár, og við so miðvísum arbeiði frá skúlans síðu, allíkavæl ikki hevur eydnast føroysku skúlamyndugleikunum at útvega Tekniska Skúlanum í Tórshavn egnaði hølisviðurskifti.
Hetta er ein støða, sum er landi okkara til lítlan sóma.