Erasmus Montanus í nýggari føroyskari søgu

- Erasmus Montanus í føroyskum kjaki

?Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi tí Rasmus kolldømdi jú alla heimsmyndina, alla tilveruhugsanina hjá bygdafólki sínum. Men har á fjallinum vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi (...)"
Hans Pauli Strøm
?????????



Taka vit um støðuna í dag við gamla Ludvig Holberg í mentu, so meini eg, at mong ikki hava skilt, hvat Holberg vildi við persóninum Erasmusi Montanus. Fólk brúka mangan at gera lesandi ella intellektuell til gjøldurs við hesum persóni, tí hann t.d. vildi gera mammuna til ein stein, tí hon ikki dugdi at flúgva. Hesi gera samstundis seg sjálvan til gjøldurs, tí tey eisini hava misskilt tragiska partin av søguni um bóndastudentin Erasmus Montanus.

Upprunaligt moralskt speisemi er eitt tekstaslag, ið vit kenna aftur til Jonathan Swiftsa "A tale of a Tub", ið kom út í 1704. Hetta verk verður altíð mett um í sambandi við speisemi. Tað áhugaverda er viðurskiftið ímillum speisemi og moral, tí hitt speisama tekstaslagið er upprunaliga moralskt. At halda onnur fyri gjøldur er bert gjørligt um ein samanber teirra atburð ella verumáta við almennar moralskar dygdir. Í The Penguin Dictionary of literary Terms and literary Theory stendur: "(speihøvundurin)er eitt menniskja, ið hevur átikið sær leiklutin at finnast at, havast at og speireka samfelagsins býttisskap og lastir, hetta við at spotta og speireka frábrigdi frá ynsktum fyrimyndum. Speisemi er soleiðis eitt slag av mótmæli, ein sublimera og ein framd orðing av vreiði og indignatión".
Skal speisemi virka, er neyðugt, at lesarin er samdur við tí morali og etos, ið liggur aftanfyri ? tí er tað, at Ludvig Holberg mangan í dag kann tykjast fullkomiliga avoldaður við sínum skúlameistaralótum sum t.d. í Jeppe på Bjerget, ið vil prógva, at fyllibyttan Jeppe ikki er egnaður til annað enn at vera har hann er og gjørdist hann ein ríkmaður hevði alt samfelagið rapað saman. Har Holberg í Erasmus Montanus bæði speirekur Erasmus og tey, ið lurta eftir hesum til tíðir uppblásta manni við sínum følsku syllogismum, er tað tí at hann við beiggjanum Jacob vil vísa á eina meiri jarðbundna fyrimynd, ið hevði varðveitt virðingina fyri øllum tí vanliga og myndugleikunum? Ella vil hann hálova einum ideali um "Maadelig Lærdom og brav (dvs. meget) Arbeide giør viise og dydige indbyggere udi et Land", t.v.s. alt við máta.
Serliga hava føroyskir skribentar lagt dent á at brúka Erasmus Montanus til nærum øll hugsandi endamál, ið kunnu seta mótstøðufólk í eitt vána ljós, serliga at tey fólk ikki duga at hugsa. Fyri at nevna nøkur dømi: Torbjørn Jacobsen, sum í bløðunum helt fyri: "Politiska jørðildi hjá Kristani Magnussen søkkur undan honum. Hetta veit hann væl. Men sum hjá øllum øðrum breyðpolitikkarum ræður tað bara um at røkja taburetlímið sum longst. Og tí er tað, at hann sum ein annar Erasmus Montanus vil prógva, at føroyingar ikki megna at standa uppi fíggjarliga, - av sær sjálvum."
Herfyri skrivaði Virgar T. Dalsgaard langar og sera óðar greinar móti Sjúrða Skaale, har hann helt fyri, har hann samanbar Sjúrð og Eramsus Montanus: "Tí í hesum sjónleiki síggja vit besta dømi um ein studentikosan fantast, sum er so bitin av at disputera og klúgva orð, at hann nærmast hevur kvett og kvittað við allan veruleika rundan um seg". Her hava vit eindimensionalu ímyndina av Eramsusi Montanus, sum ein idiot og ein fantast.
Varaløgmaður hevur kjakast við fólk, ið hava blakað Erasmus eftir honum, sum her Regin Eikholm (24. oktober 2001): "Sum ein annar Erasmus Montanus, ið ikki kendi til tær grundleggjandi logisku fortreytirnar og tí gjørdi falska niðurstøðu, legði varaløgmaður hart út í Sjónvarpi Føroya, tá hann visualiseraði danska skurkin í bankasakini við eftirgjørdum myndum, men niðurstøðan var følsk smb. »Frágreiðingina um 80-árini.« Høgni hevur sjálvur í Sosialinum 2.5. 2001 svara aftur í øðrum samanhangum við at brúka Erasmus: "Høgni Hoydal heldur, at útrokningarnar hjá Kára Petersen minna eitt sindur um Erasmus Montanus logikk. Tað var hann, ið segði: »Ein steinur kann ikki flúgva. Kona mín kann ikki flúgva. Altso er kona mín ein steinur«. - Í útrokningunum hjá Kára Petersen verður sagt. Vit klára okkum ikki uttan blokkstuðul. Vit minka blokkstuðulin og klára ikki at tillaga okkum. Altso klára vit okkum ikki uttan blokkstuðul, samanber Høgni Hoydal." Til hetta svaraði borgmeistari á Strondum Eivind Jacobsen (14. mai 2001): "Høgni skuldi heldur samanlíkna Anfinn við Erasmus Montanus. Løgmaður svaraði sostatt, at samgongan hevur ikki gjørt nakrar metingar av búskaparligum avleiðingum av fullveldisætlanini. Hvørjum løgmanni skulu vit trúgva?"
Firouz Gaini hevur verið frammi í Fregnum við vanligu eindimensionalu misskiljingini av Erasmus Montanus, ið hann sær sum atfinningarsamir útisetar, ið koma heim aftur og eru ov arrogantir og atfinningarsamir.
Mangan havi eg hug at siga, tá eg hoyri kórið av sjálvsgratulerandi føroyingum, og tigandi akademikarum, at teir fáa meg at hugsa um persónin Per Degn úr leikinum Erasmus Montanus, ið er hesin hálvlistni deknur, ið bert klárar at imponera bygdarfólkið, sum í leikinum ikki eru av gløggastu fólkum. Per Degn torir ikki at líta út um bøgarðarnar, mest tí hann er bangin, ræðist og dámar ikki fólk sum Erasmus Montanus, ið hóðast alt er lisin og m.a. dugir latín.
Tað tikist mangan vera hesin sami evindaligi føroyski deknalesturin, ið mong vilja verja ímóti øllum føroyskum akademikarum, og lesandi, serliga teim, ið finnast at. Men hví er tað so, er tað óttin fyri at missa einkarrættin at boða vitan?
Aðrar tulkingar av Erasmus Montanus
Bókmentafrøðingurin Bergur Hansen hevði eina áhugaverda og vælskrivaða greinarøð í Dimmalæing um Holberg, har hann helt fyri um Erasmus Montanus:
"? eftirtíðin hevur í mongum førum bæði í skrift og á palli havt samkenslu við Erasmusi. Erasmus Montanus er ikki bara ein hálvstuderaður og veruleikafjarur unglingi. Hann møtir stórari mótstøðu tá hann førir fram, at jørðin er rund og ikki fløt, sum bygdarfólkið heldur. Bókmentafrøðingar og onnur hava kjakast nógv um, hví Holberg letur henda fyri honum láturverda unglinga koma við hesum tá í tíðini umstrídda sannleika. Men Erasmus Montanus hevur altso í eftirtíðini fingið samkenslu .« (Bergur Hansen 3.9. 2001).
Bergur Hansen heldur at Erasmus Montanus bæ_i hevur rætt og sjálvur hevur borið seg tápuliga at, men hinvegin hevur bygdafólki_ ikki rætt. Montanus er ikki bara ein hálvstuderaður og veruleikafjarur unglingi.
Danin Jørn Astrup Hansen helt fyri 3. februar 2000, at:
"Bjarni Olsen, som skulle gøre nærmere rede for Búskaparráðiðs forslag, fik i udsendelsen samme hårde medfart som Kopernikus, der i en mørk middelalder vakte uro, da han gjorde gældende, at solen, og ikke jorden, er det centrum i verdensrummet, hvorom alle himmellegemer bevæger sig. Som Kopernikus blev Bjarni Olsen gjort til kætter. Som en anden Erasmus Montanus, der blev spottet af landsbyens Per Degn for sin påstand om, at jorden er rund, og ikke flad, blev Bjarni Olsen nedgjort af fiskeriministeren."
Her vísir bankamaðurin seg sum ein gløggan lesara, ið leggur dent á at Erasmus Montanus hevði rætt og at Per Degn var hitt stórsta spott og ein sannur idiot. Hann brúkar Montanus við øvugtum forteknið, t.v.s. at hann hevði rætt og tað er skomm at vera sum Per Degn.
Hans Pauli Strøm, hevði í Sosialinum 30 juni 1998 eina góða grein um lesandi og um Erasmus Montanus, har hann m.a. segði:
"Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi tí Rasmus kolldømdi jú alla heimsmyndina, alla tilveruhugsanina hjá bygdafólki sínum. Men har á fjallinum vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi og góvu honum tvinnar kostir í at velja: at standa við síni orð og afturfyri verða noyddur í kongsins her alt sítt unga lív - ella at avnokta sína vitan og afturfyri fáa bæði festarmoy og eitt fittligt starv. Rasmus ivaðist ikki í at velja tann seinna og mjúka kostin. Sína lærdu vitan hevði hann lætt við at kasta av sær, tí hon var ikki annað enn ein pátikin remsa, sum ongin skilti nakað av kortini og sum ongan týdning hevði fyri tilveruna á fjallinum".
Eisini Hans Pauli Strøm hevur hugsa seg um og dugir at síggja, at Erasmus Montanus er ein fleirtýddur persónur, ið bæði hevur rætt og at vitanin hjá honum møguligani verður brúkt skeivt.
Speisemi
Mangan hevur speisemi dupultmoralin, vantandi rættvísi og óvitan sum mál. Tá er tað best. Hans Scherfig er ein meiri modernaður speisamur høvundi, ið m.a. í "Det forsømte forår" fanst at einum alt ov myndugleikastýrdum samfelag. Speisemi uttan moral er bert ein framsýning av, hvussu láturligt onkur ella okkurt er. Soleiðis brúka fólk í Føroyum Erasmsus Montanus vanliga. Tá sær ein, at speisemi eisini inniheldur eitt tilvildarligt ovurhonds vald, speisemis glottin, (um hesin er óreinur, sannur ella rættvísur) prentar framyvir eitt negativ í hugaheimin hjá lesarinum. Eina ferð eksponerað, kann offrið fyri speisemi ikki longur trína fram uttan mistanka, ella goyma síni arr. Hetta tekstaslag hevur tað við at vinna á rættvísinum og samantvinnar ósømuligt graml, sleig við myndugleikan hjá øðrum bókmentum.
Føroyskir politikarar og skribentar skulu hugsa seg um áðrenn tey blaka skeivar tulkingar av Erasmusi Montanus í gronuna á hvørjum øðrum, tí Montanus kann sum eg havi víst her, brúkast til nærum alt frá einum hálvstuderaðum og veruleikafjarðum unglinga til ein miskendan profet.