Janus D. Guttesen (form.) Vegna Erbylgjufelagið
-------
Í sambandi við eitt ára stovningardagin hjá Erbylgjufelagnum, vilja vit gjarna varpa ljós á virksemi felagsins, sum er at kunna um vandan av erbylgjum [erbylgja kv1 føroyskt orð fyri mikrobylgja]
Síðan Erbylgjufelagið bleiv stovnað fyri einum árið síðan, vita vit, at fleiri hava skift frá Wi- Fi (tráðleyst internet) yvir til fastnet internet, antin til vanligan leidning, ella við at senda internetsignalið frá routaranum inn í elkervið í húsinum og harfrá inn í telduna (rópt dLAN).
Wi-Fi slept
Tað, at WiFi verður slept til frama fyri fastnet-internet, ið ikki sendir út skaðiligu erbylgjurnar, er eisini í tráð við tað, sum Europa-Ráðið mælir sínum 47 limalondum til. Samstundis er fastnet-internet bæði orkusparandi og upp til 30% skjótari enn Wi-Fi.
Fleiri her heima hava eisini slept sær av við tráðleysu heimatelefonirnar og tey hava við hesum bøtt munandi um umhvørvið heima við hús og á arbeiðsplássinum, við tað, at áhaldandi erbylgjugeislingin er burtur.
Umframt at tú kanst vera limur í Erbylgjufelagnum, kanst tú eisini vera við í FaceBook bólki okkara, har vit leggja nýggjastu granskingina á økinum út.
Lærarafelag ímóti Wi-Fi
Eisini fylgja vit við í tí, sum hendir úti í heimi, har fólk, bólkar og vísindafólk arbeiða fyri einum varnari politikki viðv. erbylgjubylgjugeisling av heimsins íbúgvum. Her kunnu vit nevna eitt stórt lærarafelag við 40.000 limum í Kanada, OECTA, sum í ár (2012) hevur tikið greiða støðu ímóti at Wi-Fi verður brúkt í skúlastovum, vegna heilsuvandan.
Ein kanadisk kanning varð eisini prentað í American Society for Reproductive Medicine í 2011, ið vísti, at sáðrørslan (mobilitetur) hjá monnum versnaði munandi eftir bara 4 tímum í rúmi við Wi-Fi. Eisini elvdi geislingin til at sáðkyknu-DNA varð pettað sundur (fragmenterað). Alt hetta hendi undir loyvdu hámarksvirðum í Kanada fyri erbylgjugeisling.
Fartelefonmastrar elva til álvarsligar heilsuskaðar
Vit fegnast eisini um, at Tórshavnar Kommuna eftirlýsir einum erbylgjuhámarki fyri Føroyar, áðrenn loyvið verður givið til nýggjar fartelefonmastrar í kommununi. Hetta er ein skilagóð avgerð. Her eigur sjálvandi at havast í huga, at 80% av epidemologisku kanningunum í WHO dátugrunninum, vísa álvarslig heilsuárin hjá fólki, sum búgva tætt við eina fartelefonmastur. Kanningarnar eru úr Ísrael, Egyptalandi, Frankaríki, Spania, Sveits, Póllandi og Týsklandi.
India setti í ár loyvda hámarksvirði fyri erbylgjueisling frá fartelefonmastrum niður við 90 prosentum, vegna heilsuvandan. Hetta er nógv lægri enn tað, sum t.d. Danmark loyvir.
Við hesum ynskja vit at heilsan hjá føroyingum altíð verður tikin framum tráðleysa tøkni.