Eri glaður fyri fundin

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt helt, at teir tríggir høvdu havt ein góðan fund, og at teir høvdu tosað væl saman

Grønlendski landstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt segði, at hann var væl nøgdur við fundin. Hann takkaði Edmundi Joensen, fyri tað góðu móttøku, hann hevði fingið.

Jonathan Motzfeldt legði dent á týdningin við ríkisfundinum. Hann segði millum annað:

- Í hesum tíðum, har so nógvur ófriður og kríggj eru ymsastaðni í heiminum, haldi eg, at hesin fundur, sjálvt um tað er ein lítil fundur, skal uppfatast sum ein góður vilji at tosa saman.

- Eg vil gjarna leggja afturat tí, sum forsætisráðharrin hevur sagt, at eg havi lagt dent á, at tosa um norðurlendskt samstarv. Fyri meg hevur tað týdning, at vit taka lut í norðurlendska samstarvinum, ikki minst í fundunum hjá forsætisráðharrunum, í norðurlandasamstarvinum.

- Eg veit, at hetta gevur nakrar trupulleikar mótvegis samunum í Noregi og Svøríki, men eg vóni ikki, at tað verður nøkur forðing fyri, at vit í framtíðini kunnu verða við á hesum fundum.

- Her hugsi serliga um, ta stóru broyting, sum er við at henda í samstarvinum millum Norðurlond og ES. Broytingin, sum hendir á hesum øki í løtuni, krevur, at vit verða við í samtalunum.

Tíðindafólk spurdu Jonathan Motzfeldt, um tað fór at koma ein broyting í tilknýti Grønlands til ES. Hann svaraði:

- Tað eru nú 16 ár liðin síðani Grønland tók seg úr ES, og vit verða verðandi uttanfyri. Okkara tilknýti til ES er ein sáttmáli, sum vit hava havt, síðani vit fóru úr samstarvinum. Henda sáttmála skulu vit í framtíðini gera alt fyri at bøta um. Vit fara ikki inn aftur í ES.


Granskingararbeiði

Jonathan Motzfeldt nevndi síðani limaskap Grønlands í Nato, og teirra samstarv við USA. Hetta arbeiðið skal í framtíðini halda fram gjøgnum donsku verjunevndina.

- Vit fara í næstu viku verða við til, at arbeiða við ískoytisavtalum við USA. Hetta kemst av, at vit eru limir í Nato.

- Hetta er eitt mál, vit í framtíðini skulu arbeiða meira við.

Jonathan Motzfeldt tosaði eisini um týdningin við gransking. Hann hevði boðið føroyingum og dønum at verða við í einum samarbeiði á hesum øki.

- Hetta granskingararbeiðið, skal ikki koma í staðin fyri ta gransking, sum er í løtuni. Í september í ár, verður ein umhvørvisráðstevna hildin í Nuuk, har umhvørviskommiserurin, Ritt Bjerregaard, fer at taka lut.

- Tað hevur serliga stóran týdning fyri okkara lond, serliga Grønland og Føroyar, tí vit eru so nær knýtt at náttúrutilfeinginum. Búskaparliga, eru vit tætt knýtt at fiskivinnuni. Eisini arbeiða vit við at útvinna ráevni úr undirgrundini. Tí er henda gransking so týdningarmikil.

Um undirgrundina segði Jonathan Motzfeldt, at hann var sera fegin um, at umsitingin av ráevnum í grønlendsku undirgrundini, nú verður flutt til Grønlands.

- Hetta hevur stóran týdning fyri okkum.

Jonathan Motzfeldt varð eisini spurdur, um grønlendska áhugan fyri loysing frá Danmark. Hann svaraði:

- Í øllum londum, er ein náttúrligur áhugi fyri loysing. Líka síðani Hans Egede kom til Grønlands, eg haldi hann kom úr Noregi, hevur verið ein feril av loysingarhuga. Hetta kemur bara ikki uppá tal, tí tað er stórur meiriluti fyri ríkisfelagsskapinum.

Jonathan Motzfeldt fór av landinum aftur í gjár til Danmarkar.