- Eri ikki bangin fyri avbjóðingum

- Eg veit, hvat tað er at hava ein fingur á pulsinum, og í løtuni ætli eg mær at leggja í vaðið og satsa 100% á náttarlívið alt annað má koma í aðru atløgu, sigur harða kjarnan úr Gøtu, Poul Arni Jacobsen.

Um miðjan januar í ár frættist, at »náttarkongarnir«  Havgrímur Johannensen og Petur Olsen høvdu gjørt avtalu um at selja samtakið Rex, Eclipse og Café Natúr. Og, at nýggju eigararnir handan tey trý væl umtóktu dansi- og skeinkistøðini í Havn vóru tríggir ungir mans - Eyðun Simonsen, Hans Jørgen Djurhuus og Poul Arni Jacobsen. Skjótt kom tað eisini fram, at frá 1. apríl fór tað at verða bert 20 ára gamli gøtumaðurin Poul Arni, ið framyvir fór at verða stjóri á teimum trimum støðunum. Men hvør er hesin djarvi og reysti ungi maðurin?
 
Djarvur
Tað er ikki nógv 20 ára gomul, ið høvdu vága sær undir eitt tílíkt arbeiði, ið fevnir um eina so stóra ábyrgd. So hvat fær unga gøtumannin at gera slíkt, ið flest onnur ung ongantíð høvdu havt dirvi til?
 
- Eg havi altíð koyrt á í allar mátar og kenni avgjørt til at hava fingurin á pulsinum. So um eg sjálvur skal siga tað, eri eg djarvur, ágrýtin og ongantíð bangin fyri at leypa inn í stórar avbjóðingar. Eg havi alt mítt lív tikið skúla, arbeiði, ítrótt og annað, eg fáist við, í stórum álvara. Og tá onnur kanska fara í býin at hugna sær, havi eg ofta heldur tikið arbeiðið framum. Av fystan tíð havi eg somuleiðis fingið sera góðan stuðul frá familju og vinum, og tað hevur alstóran týdning.
 
Fyrimunir og vansar at vera ungur
Poul Arni viðgongur, at tað væl kann gerast trupul at reka eina so stóra fyritøku, tá tú eittans er 20 ára gamal, men velur tó at síggja fyrimunir fram um vansar:
 
- Tá tú ert ungur, hevur tú sjálvandi ikki so drúgvar royndir. Men hinvegin krevur hetta arbeiðið av tær, at tú ert lættur á fótum og ikki bundin at familju, børnum o.s.fr. Og hóast eg bert eri 20 ár, havi eg góðar royndir innan vinnu t.d. havi eg gingið á Fiskivinnuskúla í Vestmanna, arbeitt sum granskoðari hjá SPEKT og siglt hvørja summarfrítíð, síðan eg var 14 ára gamal. Alt hetta hevur sjálvandi bara við fisk at gera, men fiskur er ein vinna eins og alt annað, og hesar royndirnar geva mær dirvi at fara í gongd við nýggja arbeiðið.
 
Góðar vónir
Poul Arni hevur ongantíð áður arbeitt innan náttarlívið, og tá hann hevur verið í býnum í vikuskiftinum, hevur tað einans verið á dansigólvinum. Men higartil dámar Poul Arni væl býarlívið handan barrskivuna og fer við góðum treysti undir avbjóðingarnar:
 
- Alt er aldeilis nýtt fyri meg, og til tíðir hevur tað verið rættiliga strævið og hektiskt. Viðskiftafólkini krevja av tær, at tú alla tíð skalt vera í fokus. Men hinvegin er tað um somu tíð stuttligt at koma í samband við so nógv ymisk fólk og at arbeiða við góðum starvsfólkum, ið kenna umstøðurnar og flest øll brenna fyri sakini. Alt tekur sjálvandi sína tíð, og enn havi eg bert lært tað mest grundleggjandi. Men á hin bógvin fari eg í høvuðsheitum at arbeiða uttan fyri barrskivuna, men fyrst og fremst má eg læra hvussu alt gongur fyri seg, tí tað kemur ongum til gagns, um eg bara fari at geva ordrar til nakað, eg einki veit um.
 
Ungdómur í fokus
At byrja við verða ongar kollveltandi broytingarnar gjørdar í hvørki Eclipse, Café Natúr ella Rex, men leiðslan hevur tó longu gjørt sær nakrar ætlanir fyri framman:
 
- Í løtuni koyrir samtakið væl, men tað er altíð okkurt, ið kann gerast betur, og tað ætla vit at royna í framtíðini. T.d. hevur ungdómurin í Havnini undir 18 ára aldur at kalla ongastaðni at fara í vikuskiftinum. So í fyrstu atløgu ætla vit at gera okkurt við henda trupulleikan. Ætlanin er at lata eitt barnadiskotek upp í rúsfríum umhvørvi. Men hetta skal tó ikki raka tað virksemið, ið er í løtuni. Ein møguleiki er t.d. at hava Eclipse opið fyri teimum undir 18 áðrenn miðnátt, og so tá tey fara heim, at lata diskotekið upp fyri teimum yvir 18 ára aldur. Eisini hava vit aðrar ætlanir, men hvørjar tær eru, fer tíðin at vísa.
 
Jaligar viðmerkingar
Poul Arni er ovfarin um, hvussu jalig øll hava verið, síðan tað frættist, at teir høvdu keypt Rex, Eclipse og Café Natúr. Enn hevur hann onga neiliga viðmerking fingið, og tað er hann takksamur fyri.
 
- Eg havi sett pening í eina fyritøku við tí fyri eygað at vinna pening, og hetta, haldi eg, hava flest øll virðing fyri.
 
Fleiri kvennkyn veita ans
Men tá vit spurdu Poul Arna, um fleiri damur hava veitt honum ans, síðan hann skrivaði undir samtakið, svarar hann við einum stórum brosi:
 
- Telefonin hevur nærum kimað støðugt. Eg eri stakur, men ætli mær avgjørt ikki at blanda arbeiðið saman við privatlívið. Eg fari, sum sagt, at satsa 100% á arbeiði, so má restin koma í aðru atløgu.  Men hóast fleiri hava givið mær gætur, eri eg enn ikki ein kendur maður á gøtuni í Havn, og tað ynski eg heldur ikki at verða. - Eg ætli mær bara at fara stillisliga fram.