Ernst kravdi fráfaringarløn í trý ár

ALS-GØLAN Tað skal kosta at siga einum stjóra úr starvi. Tað var útgangsstøðið hjá Ernst Jacobsen og advokati hansara, sum kravdu løn í trý ár afturfyri at reisa seg úr stjórastólinum beinanvegin.

Gylta lógvatakið hjá fráfarna ALS-stjóranum var ein semja millum partarnar, eitt kompromis. Soleiðis hevur verið ført fram fleiri ferðir seinastu dagarnar av fólki, ið varða av fráfaringaravtaluni millum Arbeiðsloysisskipanina og Ernst Jacobsen.
Sonevnda tilgongdin byrjaði í november í fjør, tá samstarvstrupulleikar førdu advokatarnar til borðið, nú vegirnir hjá ALS og stjóranum skuldu skiljast.
Hóast upphæddin, tilsamans 1,2 millión krónur afturfyri at fara heim beinanvegin, hevur fest í sinnið á fleiri, so var útgangsstøðið eitt heilt annað. Tað veit Sosialurin frá álítandi keldum, ið stóðu samráðingunum nær.
Kravið hjá Ernst Jacobsen fyri at reisa seg úr flógva stjórastólinum og fara heim var nevniliga løn í trý ár. Tað hevði givið honum 2,4 milliónir krónur afturfyri at skriva sína egnu uppsøgn og fara heim.
Gjørda fráfaringaravtalan merkir stjóraløn og –eftirløn í 14 mánaðir, 300.000 krónur í løn fyri arbeiðið fyri Trygdargrunnin, 50.000 krónur til stjóran at brúka til skeiðstilboð av egnum ynski, upp til 62.500 krónur til at gjalda advokatrokningar, umframt annað fryns sum teldu, teldil og telefon. Tilsamans áleið 1,2 millión krónur. Nú fyrrverandi ALS-stjórin er fríttstillaður og skal ikki møta til arbeiðis.

Togan í mánaðir
Tað var í heyst, at stýrið fyri ALS segði seg hava mist álitið á stjóran, sum tey tí vildu hava frá vegna samstarvstrupulleikar. Tilgongdin byrjaði í november, við advokatunum Annfinn V. Hansen og Jógvan Ellefsen báðu megin borðið, umboðandi ávíkavist Ernst og ALS. Hvørgin teirra vil í dag gera viðmerkingar til, hvat útgangsstøðið var, tá partarnir settust við samráðingarborðið. Advokatarnir úttala seg ikki um hesi viðurskifti hjá sínum klientum.
Fakta er tó, at tilgongdin vardi í áleið tveir mánaðir, og í kjalarvørrinum á henni eru væntandi advokatrokningar fyri eini 100.000 krónur, umframt meirvirðisgjald. Henda meting byggir á, at tað í fráfaringaravtaluni stendur, at ALS umframt at rinda fyri egnan advokat eisini skal rinda upp til 50.000 krónur í advokatútreiðslum til Ernst Jacobsen, umframt mvg.
Álítandi keldur, ið stóðu samráðingunum nær, vátta sum nevnt fyri Sosialinum, at kravið frá Ernst Jacobsen var, at hann skuldi fáa løn í trý ár afturfyri at skriva sína egnu uppsøgn. Hetta skal haldast upp ímóti ásetingunum í lógini um starvsmenn, ið tryggja fólki uppsagnarløn í tríggjar til seks mánaðir, alt eftir starvstíð. Stýrislimir hava hartil alment ført fram, at tilgongdin at siga stjóran úr starvi vegna samstarvstrupulleikar bæði kundi gerast drúgv og dýr, um ikki semja fekst í lag.
Sjálvur hevur Ernst Jacobsen ikki verið at hitta fyrrapartin, hann tekur ikki telefonina og vendir ikki aftur. Nú fyrrverandi stýrisformaðurin í ALS, Alfred Petersen, hevur sløkt fartelefonina og er heldur ikki at hitta á kontórinum.