Í øllum heiminum veksur ójavnin, og yvirklassin er líka so stinkandi ríkur, sum hann er pinkalítil. Men so skal ikki vera í Føroyum.
Sambandsflokkurin og Miðflokkurin og Fólkaflokkurin hava sett kílar í føroyska samfelagið, og gjógvin millum tey, sum hava, og tey, sum onki hava, er vorðin alsamt djypri.
Vit síggja ríkidømið hjá teimum fáu: Flotbrúgvarnar flóta yvir av glasiligum stuttleikabátum, summi ferðast sum ongantíð áður, bilasølan er eksploderað, eins og kappingin um flottastu borgina, campingvognin og brúðargávuna.
Hetta samstundis sum, at vit vita, at onnur fáa ikki mánaðarlønina at røkka longri enn eina viku.
At ójavnin er vaksin, sæst best í býtinum av okkara ovurhondsstóra ríkidømi, sum vanligi løntakarin sanniliga er við til at skapa. Búskaparfrøðingurin Jóannes Jacobsen staðfestir gongdina so vísiliga:
”Sanniliga sæst framgongd í føroyska búskapinum - um enn meira hjá summum enn summum:
Frá 2008 til 2014 øktist virðisøkingin í føroyskum fyritøkum (fíggjarfyritøkum undantiknum) við 2301 milliónum krónum. Av hesum endaðu 1911 milliónir (83,1 %) hjá kapitaleigarunum, meðan 390 milliónir (16,9 %) endaðu hjá løntakarunum í fyritøkunum.
Við øðrum orðum, so endaðu 76,8 % av virðisøkingini í føroyskum fyritøkum í 2008 hjá løntakarunum í fyritøkunum og 23,2 % hjá kapitaleigarunum. Í 2014 endaðu 60,1 % av virðisøkingini í føroyskum fyritøkum tað árið hjá løntakarunum í fyritøkunum og 39,9 % hjá kapitaleigarunum.”
Botnin upp í miðjuna
Javnaðarflokkurin fer at leggja annan fordeilingspolitikk fyri dagin, tí vit eru errin av okkara kjarnumáli: At lyfta botnin upp í miðjuna. At skapa eitt samfelag, har fá hava ov nógv, færri ov lítið og flest hava nokk.
Eirindaleysa kapitalisman sendir ferð eftir ferð alheimin á húsagang. Hetta er nattúran í fríu og ótálmaðu marknaðarkreftunum. Ójavnin veksur í øllum heiminum, og yvirklassin er líka so stinkandi ríkur, sum hann er pinkalítil. Visti tú til dømis, at ójavnin í Bretlandi í dag er størri, enn tá ið Mark Twain skrivaði syndarligu samtíðarsøguna um Oliver Twist? Meðan talið av ”working poor” økist, liva arvingar feitt av rentunum frá multinationalum risafyritøkum, og nýtast ongantíð at lyfta hond frá síðu. Í somáta trívist feudalisman við einum múgvandi og priviligeraðum yvirklassa betri enn nakrantíð. Hetta er ikki modell at miðja eftir hjá okkum!
Norðurlond á odda
Vaksandi ójavnin hevur fingið umheimin, ja, sjálvt altjóða valutastovnin OECD, at venda nøsina hendan vegin, tí hvat er tað vit duga í norðurlondum? Hvussu fungerar hatta norðurlendska modellið, sum byggir á sosialdemokratisku hugsjónina um sosialt rættvísi og greiðar reglur og karmar um vinnuna, so ongin verður snýttur og ongin spekulantur verður løntur. Hendan gylta hugsjón, sum hesi síðstu fýra árini hevur verið fyri hóttafalli, tí Fólkaflokkurin slapp ótarnaður framat?
Vit skulu hjúkla um norðurlendska modellið, har stórur javni er fremsta eyðkenni. Hóast vit sjálvandi hava okkara at dragast við, so skerst ikki burtur, at norðurlond eru ríkastu og eydnuríkastu lond í heiminum! Eisini eru vit heimsmeistarar í tryggleika og áliti. Vit hava færri fólk við sálarsjúku, færri kriminell, betri heilsu, hægri útbúgvingarstøði, hægri livialdur, lægri barnadeyða, minni harðskap o.s.v. Alt slíkt, sum eisini tænir bankastjóranum, sum kann ganga tryggur á gøtuni, og ikki nýtist at girða seg inni handan píkatráð og glúpskar hundar.
Mugu verja borg
Meðan samgongan erpar sær av, at skattalættar til tey ríkastu hava skapað framgongd, finnur tú ikki eina tí einastu kanning, sum prógvar hetta uppáhald. Sum altíð byggir fólkaflokspolitikkur á gomul dogmir, sum onki hald er í. Hinvegin vísa allar kanningar, at skattalættar til lág- og miðallønt skapar framgongd, og at tryggleiki og javni skapar vøkstur í búskapinum.
Tí skulu vit ongantíð gloyma okkara gylta mál: Frælsið, javnrættur og solidaritetur. At stríðið snýr seg um einari javnari, rættvísari og tryggari Føroyar. Tá verður rúm fyri øllum í Føroyum. Vel tí ein sterkan Javnaðarflokk at stýra Føroyum fram á leið.
Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin