Eru komnir um Kirkjubønes

Fleiri bátar úr Havnini eru í løtuni á veg út til grindina, ið bleiv funnin í Hestfirði fyri umleið einum tíma síðan, nú hon nærkast høvuðsstaðnum.


Finnbogi Midjord, sýslumaður, upplýsir, at grindin og bátarnir eru komnir um Kirkjubønes, men veit ikki at siga, hvussu leingi síðsta strekkið fer at taka.


Talan er um seinnu grindina í dag, ið bleiv funnin út fyri Velbastað fyri umleið einum tíma síðan. At byrja við var eingin bátur hjá grindini, men eru teir lagstir aftrat so líðandi. Tá grindin bleiv funnin fyrr í dag metti sýslumaðurin, at hon var um 200 hval.


Fyrra grindin, sum bleiv funnin í morgun, er í løtuni inn á Sandavág og væntar sýslumaðurin, at drápið byrjar hvørja løtu.