Eru stakir uppihaldarar so nógv annaðleiðis enn aðrir uppihaldarar ???

Enn einaferð hoyrdu vit um, hvussu tann staki uppihaldarin skal stuðlast, soleiðis at hann (ella hon) kann fáa sær eina útbúgving og hava sama livistøði sum giftir uppihaldarar – hesa ferð frá Helenu Dam á Neystabø. Alt gott um tað. Tað er ikki lætt at vera einsamallur um allar tær (uppgávur og) útreiðslur, sum fylgja við, tá ein skal forsyrgja sær sjálvum og einum barni (ella kanska fleiri børnum )

So er tað, at eg má spyrja: hvar eru tær røddirnar, sum skulu eitast at tala søk teirra, sum tó at tey eru gift, ikki fáa endarnar at røkka saman? Á tingi tosa tey um, at Føroyar skal verða heimsins besta samfelag at liva í um nøkur heilt fá ár, men hvar eru teir pengarnir farnir, sum skulu brúkast til at fremja hetta mál? Er tað virkuliga meira neyðugt at tveita pengarnar í eitt hol fyri og annað eftir, heldur enn at stuðla har tað veruliga er tørvur á tí: hjá tí meiniga føroyinginum?

So ofta hava vit hesa seinastu tíðina hoyrt um, hvussu ringt tað er at vera stakur uppihaldari. Eg veit av royndum, at tað er minst líka trupult at verða hjún við tveimum vanligum arbeiðsmannainntøkum og 5 børnum. Tað er tyngri enn at vera stakur uppihaldari !!! og serliga tá fleiri av børnunum skulu á stovn hvønn dag. Tað mugu tey jú, um bæði tvey skulu til arbeiðis fulla tíð hvønn dag. Tey støku fáa hóast alt stuðul til brillur, húsarhaldstól, dóp, konfirmatión o.a. Tær stóru smábarnafamiljurnar fáa ONKI !!!

Og fara vit so at tosa um at útbúgva seg, tá ein hevur smá børn, so er heilt galið. Gamaní, barnastudningurin er komin – vónandi fyri at verða. Tað hjálpir eitt sindur, men eg má spyrja: hvat barn brúkar fyri minni enn kr. 600,- um mánaðin fyri mat og klæði? (tá er onki sagt um ansing, frítíðarítriv og blæður) Hámarkið fyri hvat tú kanst tjena (samlað inntøka fyri bæði hjúnini) fyri at fáa frípláss á stovnunum er sett so lágt, at skulu øll fara mett í song um kvøldið, so mugu td. lánini bíða til eftir lokna útbúgving. Og gert tú so bara eitt lítið veiggj fyri at tjena nøkur eyka oyru, so at tað skal verða lættari at liva, so verður tú straffaður við eini rokning frá mynduleikunum, sum umsita fríplássið/-ini, tí “tú hevur bara loyvið til at tjena so og so nógv, skalt tú varveita fríplássið!” Vit hava við øðrum orðum ongan møguleika at tjena nøkur eyka oyru fyri at lætta um fíggjarliga, so leingi vit hava barn/børn á stovni.

At bjóða føroysku barnafamiljunum hetta í 2008 líkist ongum ! nú bert 7 ár eru eftir til 2015, tá Føroyar skulu eitast at verða heimsins besta land at búgva í. Stuðla vit ikki teimum, sum so ella so hava ábyrgd av børnunum, so kunnu vit vænta, at tey leita burtur hiðani – úr Føroyum. Og hvussu nógv av teimum koma aftur tá? Minnist bara til kreppuárini, tá 7000 føroyingar flýddu úr Føroyum – 2000 komu aftur!

Tunlarnar (holini) kunnu vit vera fyri uttan – eina tíð í øllum førum. Vit kunnu ikki vera børnini fyri uttan. Tey eru jú okkara framtíð! Hvar eru tit, sum hugsað um og vilja stuðla og hjálpa giftum uppihaldarum við stórum húsarhaldi????

Eg fari tí at heita á tykkum, sum verða vald á ting, um eisini at hugsa um tær stóru familjurnar, tí tær hava tað heldur ikki lætt fíggjarliga!