Um ES ikki fær tamarhald á støðuni, so er Schengen-samstarvið ikki lív laga. Tað er greiða ávaringin frá ES-forsetanum, Donald Tusk, aftaná at mørkini kring øll Evropa hava verið undir hørðum trýsti vegna ógvusliga flóttafólkastreymin síðstu árini.
- Vit hava ikki meira enn tveir mánaðir at fáa tamarhald á støðuni, er hann endurgivin fyri at siga við Reuters tíðindastovuna.
At talan er um eitt týdningarmikið mál fyri ES er eingin ivi um. Ómakaleysa ferðingin millum ES-limalondini hevur uttan iva verið ein av teimum fyrimunum við ES-limaskapi, ið flestu evropearar hava verið mest takksamir fyri.
ES-forsetin ávarar, at ES miseydnast sum ein politisk verkætlan, um tamarhald ikki fæst á uttara mørkunum, og vísir á, at sambært Schengen-avtaluni, so kann eitt limaland bara avmarka fríu ferðingina um landamørk, um talan er um eina álvarsama hóttan móti almenna friðinum ella trygdini í landinum.
Svøríki og Danmark eru millum tey londini, ið hava sett í verk fyribils herðingar av marknaðeftirlitinum.

ES-forsetin: Schengen er í vanda





