ES-reglur forða heimamarknaði

Hesa vikuna hevur Útnorðurráðið í tveir dagar sitið á fundi í Deplinum í Skálavík, har serliga matvøruframleiðsla til heimamarknað í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hevur verið á skránni.

Millum annað vóru fleiri fyrilestrahaldarar og greiddu frá viðurskiftum, ið viðvíkja nevndu framleiðslu, og var talan um fólk úr øllum trimum londunum, ið greiddu frá.

– Tað vísir seg, at nógvar av reglunum á økinum eru ES-reglur, men av tí at hetta eru smá lond við lítlum umsitingum, eru hesar reglur ofta ein forðing, sigur Bill Justinussen, fyrsti næstformaður í Útnorðurráðnum.

Tilsamans 12 fyrilestrahaldarar vóru, og teir føroysku vóru Jóhanna á Bergi, stjóri í Skipafelagnum, Høgni Hansen, stjóri fyri Poul Hansen og Krás, Marita Rasmussen frá Vinnuhúsinum, umframt Johan Dahl, landsstýrismaður.

Í Útnorðurráðnum sita seks tingfólk úr Føroyum, seks úr Grønlandi og seks úr Íslandi, og tey vóru øll við á fundinum í Skálavík hesar báðar dagarnar, umframt at umsitingin hjá ráðnum eisini var við.

Hoyr samrøðu við Bill Justinussen við at trýsta á pílin undir myndini.