ES steingir loftrúmið fyri russiskum flogførum, upplýsir ES nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen, í dag.
Russisk flogfør kunnu ikki longur lenda, lætta ella flúgva yvir økinum hjá ES, sigur hon sambært Reuters.
Tiltøkini ímóti Russlandi og tess sameindu móti eystri, Hvítarusslandi, verða herd.
ES fer eisini at fíggja keyp og veiting av vápnum til Ukraina, sigur von der Leyen.
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at ES á henda hátt stuðlar einum landi, sum er undir álopi, vísir hon á.
/ritzau/
##med2##