Eskild farin

Heilt óvæntað komu tann 13. februar boðini um, at Eskild Norðbúð var farin. Víst var hann 86 ára gamal, men aldurin tyktist ikki at tyngja hann, men dagarnir vóru taldir!

  Eskild var sonur Poul, ættaður av Eiði, og Severia, sum var úr Búðunum í Klaksvík.  Poul var við Ernestinu lagnutúrin í 1930.  Á ferðini, tá manningin, eftir at vera komin uppá land, fór at leita upp hús, var hann so illa fyri, at hann varð settur eftir við ein varða. Tá teir seinni fóru eftir ”líkinum” var hann kortini ikki deyður, og sum við einum undri kom hann fullkomiliga fyri seg aftur. Sterkt hevur fólkið verið!
 
  Eskild var kendur á ymiskum økjum. Minnist sum smádrongur, at hann plagdi at tala á møtum, og tað varð eisini lurtað eftir honum. Seinni komu vit gjøgnum svágarskap at kennast sera væl.
 
  Eskild var kendur sum ”barberurin”, sum hevur klipt fleiri ættarlið av klakvíkingum, og hetta gjørdi hann framvegis. Eskild lærdi í Havn hjá tí kenda rithøvundanum og barberinum Valdemar Poulsen, og greiddi hann á ein forvitnisligan hátt frá hesi tíðini fyri nøkrum árum síðani í útvarpinum.
 
  Í sínum starvi gjørdist Eskild ein sera kendur persónur í Klaksvík. Eitt var, at hann kendi øll høvdini, men hann var eisini sera prátingarsamur og tíðindafróður, so hansara kundar fóru í hvussu meira vitandi frá honum enn teir komu.
 
  Vit hava eitt gott dømi um, hvussu Eskild kundi opna dyr. Árni Absalonsen var eitt skifti útvarpsmaður. Ein dagin gremur Árni seg um, at hann hevði so fegin viljað fingið Ziska Jacobsen at greiða frá umrøddu hending við Ernestinu, tá tað var Ziska fyri at takka, at størri parturin av manningini varð bjargaður. Men Ziska vildi ongantíð tosa um hetta.  “Lat meg um tað,” sigur Eskild. Og hann fekk tosað Ziska til at  greiða frá hendingini, sum síðan var útvarpað. Seinni er henda søguliga samrøðan eisini prentað í FF-blaðnum saman við frásøgn um hesa ótrúligu bjarging.
 
  Eskild giftist við Poulinu, sum var ættað av Sandi. Poulina var mótsetningurin hjá Eskild, so friðarlig og stillfør hon var. Men væl riggaði, og tað var ein stórur smeitur fyri hann, tá Poulina doyði í 1990. Tey fingu tríggjar synir: Jógvan, Anfinnur og Sjúrður.  Smeiturin var eisini stórur, tá Jógvan doyði í mai í fjør.
 
  Eskild hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann duldi heldur ikki fyri, at hann var javnaðarmaður við lív og sál.  Eitt skifti var hann eisini býráðslimur í Klaksvík.
 
  Eskild hevði eisini tann eginleikan, at hann dugdi væl saman við ungdóminum. Tað var hugtakandi at hoyra heilsanina, sum abbadótturin Martha, stødd í Suðurafrika, sendi til jarðarferðina.  Eskild sat fremstur til ungdómsmøti, og har ungdómurin savnaðist, og honum dámdi væl at greiða frá. Onkur annar ungdómur hevði kanska hildið tað verið “flovisligt” við einum slíkum abba, men Martha var errin av honum. Eskild hevði eisini abbabørn búgvandi hjá sær í fleiri umførum, og her sást eisini, hvussu væl hann dugdi við ungdóminum.
 
  Seinastu árini helt Eskild saman við Judith, sum hevði búð í Íslandi stóran part av lívinum, men sum nú var komin heim at vera um Eskild. Tað er eingin ivi um, at hon gav Eskild ein enn betri aldurdóm, enn hann annars vildi havt. Tey hugnaðu sær óført og ferðaðust millum Føroyar og Ísland, og tey høvdu júst ætlanir um eina Íslandsferð, men so skuldi ikki verða. Judith fekk  eisini uppiborna tøkk frá familjuni á jarðarferðini, fyri tað hon hevði verið fyri Eskild.
 
  At Eskild var kendur gekk eisini sjón fyri sjón við teirri stóru mannamúgvu, sum fylgdi honum seinasta leygardag. Vit verða eisini mong sum koma at sakna hann. Men samstundis er hann ein, sum tað verður stuttligt at minnast!
 
Ó.