Estland í ES

Sunnudagin var fólkaatkvøða í Estlandi um limaskap í ES, og sum væntað var stórur meiriluti fyri limaskapinum.

66,9 prosent atkvøddu fyri at fara upp í ES, meðan 33,1 prosent vóru ímóti, kunngjørdi almenna valnevndin sunnukvøldið. Valluttøkan var 63,4 prosent, og tað er lutfalsliga nógv í Estlandi, verður sagt.

Juhan Parts, forsætisráðharri, var sera fegin um úrslitið sunnukvøldið. Hann helt fyri, at Etsland er komið til Evropa, og at landið verður verandi her. Hann segði, at úrslitið av fólkaatkvøðuni tryggjar landsins demokratisku skipan, men at fólkið í Etslandi eigur kortini at gera sær greitt, at alt verður ikki gott, bara tí landið fer upp í Evropasamveldið.