Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríkslið í Streymnesi, har fyrrverandi EB/Streyma venjarin Heðin Askham og NSÍ vitja. Støðutalvan sigur, at talan er um lyklauppgerð í stríðnum um brosnukrónurnar. EB/Streymur hevur á triðja plássi 34 stig, og NSÍ hevur á fimta plássi 33 stig.
Felags fyri bæði liðini er, at tey sunnudagin vunnu á heimavølli. EB/Streymur vann 5-0 á ÍF, og NSÍ vann 4-3 á KÍ, eftir at NSÍ eftir 1. hálvleik var aftanfyri 3-1.
Einasta venjingin síðani sunnudagin var mánakvøldið, tá ið líkindini ikki vóru nakað serlig.
Hjá EB/Streymi eru somu spælarar tøkir, sum spældu ímóti ÍF. Arnbjørn Hansen er við at koma fyri seg. Hann verður tó ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Hjá NSÍ var miðverjin Jens Joensen skaddur sunnudagin. Per Langgaard loysti av í miðverjuni, og hann stóð seg væl.
At Marni Djurhuus og Pætur Dam Jacobsen í EB/Streyma miðverjuni fara at hava serliga vakið eyga við NSÍ liðformanninum Klæminti A. Olsen er einki at siga til. Hann skoraði fýra mál ímóti KÍ. Hetta var onnur ferðin í ár, at ein og sami spælari skoraði fýra mál í sama dysti. Fyrra ferðin var, tá ið EB/Streymur í 8. umfari vann 6-0 á AB. Ta ferðina skoraði Leif Niclasen fýra mál.
NSÍ hevur fyrr í ár tvær ferðir vunnið á heimavølli ímóti EB/Streymi: flaggdagin 2-0 og 18. august 1-0.
EB/Streymur-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 18.00.