Europa vegurin er framvegis breiður

EB/Streymur hevur í kvøld verið í europeiskari uppgerð suðuri í Andorra. Serfrøðingar í at vedda roknaðu fyrr í dag EB/Streym at vera stórfavoritt ímóti Lusitans. Úrslitið var 2-2, og út frá undanumrøðuni kann tað tykjast at vera vónbrot.

 

Men soleiðis, sum tað tók seg upp og myndaðist, so kann ikki sigast annað, enn at talan var um gott úrslit fyri EB/Streym. Heimaliðið hevði 18 royndir ímóti málinium, meðan EB/Streymur bara hevði fýra royndir. Átta ferðir raktu royndirnar hjá heimaliðnum innanfyri stólparnar aftanfyri Andras Gango, meðan tað bara var tær báðu ferðir, tá ið EB/Streymur skoraði, at bólturin rakti innanfyri stólparnar!

 

2-2 á útivølli átti at borið møguleikar við sær á heimavølli at tryggja luttøku í 2. undanumfarið. Serliga tá havt verður í huga, at EB/Streymur í kvøld var undirmannað síðsta hálva tíman, eftir at Gert Hansen hevði sæð reytt og var vístur av vøllinum, og at heimaliðið misnýtti brotsspark, tá ið støðan var 2-0!

 

Í 1. hálvleiki var heimaliðið omaná, og tá vóru EB/Streyma menninir rárir gestir í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði heimaliðið eftir lítlari løtu tvey mál - annað við brotssparki - og møguleikar vóru fyri uppaftur fleiri.

 

Arnbjørn Hansen varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin. Tað bar størri tyngd og brodd við sær í álopspartin hjá EB/Streymi, men tað var møguleiki fyri, at tað varð uppaftur verri enn 2-0, áðrenn EB/Streymur svaraði aftur. Tá ið ein stórur tími var farin, varð Gert Hansen rikin av vølli, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð. Heimaliðið fekk fyri aðru ferð brotsspark, men hesa ferð misnýttu heimamenninir, og so vendi gongdin.

 

Í staðin fyri at brotssparkið bar 3-0 leiðslu við sær, so svaraði undirmannaða EB/Streyma liðið tvær ferðir aftur. Arnbjørn Hansen minkaði um munin, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði lagt hornaspark innfyri, og Levi Hanssen javnaði til 2-2 við brotssparki, eftir at Arnbjørn Hansen varð feldur.

 

Um eina viku eigur EB/Streymur heimavøll. Tá verður Gert Hansen ikki við, tí hann verður leikbannaður. Egil á Bø, Arnar Dam og Gunnar Zachariasen hava eftir dystin í kvøld hvør sítt gult kort á kontuni.

 

 

Lusitans-EB/Streymur 2-2 (2-0)

Estadi Comunal - Andorra la Vella 2. juli 2013 kl. 19.30

Dómarakvartett úr Kroatia: Damir Batinic, Dalibor Conjar, Dejan Berger og Ante Vucemilovitc-Simunovic Jr.

1-0: Martinez br 24.

2-0: Martinez 29.

2-1: Arnbjørn Hansen 67.

2-2: Levi Hanssen br 69.

Lusitans: Ricardo Fernández – Leonel Maciel, Rafael Brito,

Sonejee, Martinez - Jiménez (Zarioh, 87.), Pinheiro – Machado (Franklim Soares, 82.), Juli Sánchez, Bruninho - Luis Dos Reis,

Gult kort: Sonejee, Luis Dos Reis (Pedro Reis, 59.), Pinheiro, Juli Sánchez

EB/Streymur: Andras Gango – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Levi Hanssen - Leif Niclasen (Niels Pauli Danielsen, 90.+2.), Gunnar Zachariasen (Arnbjørn Hansen, 46.), Hans Pauli Samuelsen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hanus Olsen, Dánjal Davidsen, Brian Olsen, Jóhannes Hansen

Gult kort: Gert Hansen, Gunnar Zachariasen, Egil á Bø, Arnar Dam

Reytt kort: Gert Hansen 62. (2 gul)

 

LIÐUGT

2-2!

 

Niels Pauli Danielsen er komin á vøllin í staðin fyri Leif Niclasen

 

90) 2-2

 

87) 2-2

Lusitans hevur skift út fyri triðju ferð: Zarioh er komin á vøllin í staðin fyri Jiménez. Heimaliðið leggur nógv fyri í royndini at vinna ímóti undirmannaða EB/Streymi, sum framvegis heldur tørn og er væl við.

 

85) 2-2

Heimaliðið leggur nógv fyri í royndini at skora Tað ber møguleikar við sær hjá EB/Streymi at svara aftur í skjótum mótálopum. Hans Pauli Samuelsen hevur lagt horna innfyri, men einki spurdist burturúr, og lítla løtu seinni noyddust heimamenninir at gera fríspark ímóti væl upplagda Arnbirni Hansen..

Heimaliðið hevur aftur skift út: Franklim Soares er komin á vøllin, og Machado er farin út.

Arnar Dam hevur sæð gula kortið.

Juli Sánchez hevur sæð gula kortið fyri fríspark ímóti Arnbirni Hansen.

 

80) 2-2

Egil á Bø hevur sæð gula kortið fyri fríspark. Tað er ikki frítt, at heimamenninir ilskast inn á seg sjálvar, at tað ikki eydnast teimum at fáa meiri nyttu burturúr, at teir eru ellivu ímóti tíggju. Fríspark er gjørt ímóti Marna Djurhuus, og lítla løtu seinni bjargaði Andras Gango eftir skotroynd frá Bruninho.

 

75) 2-2

Teir tíggju í EB/Streymi eru aftur undir ávísum trýsti, men higartil hevur tað ikki verið nærri enn hornasparksinnlegg. Fleiri EB/Streyma spælarar hita upp, og spurningurin er, um talan fer at verða um onkra útskifting aftrat.

 

70) 2-2: Levi Hanssen br 69.

Sundalagsmenninir hava orduliga fingið høvdið fyri seg í Andorra. Nú er 2-2. Levi Hanssen umsetti brotsspark til mál bara tveir minuttir eftir, at Arnbjørn Hansen hevði minkað um munin. Nú sær munandi betri út!

 

67) 2-1: Arnbjørn Hansen 67.

EB/Streymur hevur minkað um munin og harvið skorað málið á útivølli, sum kann fara at vísa seg at vera avgerandi í samantalda roknskapinum. Hans Pauli Samuelen sendi horna innfyri, og Arnbjørn Hansen stýrdi bóltin í málið. Stórur fagnaður millum teir tíggju bláu og svørtu á vøllinum og í EB/Streyma leguni.

 

62) 2-0

Nú eru teir í EB/Streymi undirmannaðir. Høgri vongverjin Gert Hansen hevur sæð gult fyri aðru ferð og harvið var reyða kortið á lofti. Brotið bar brotsspark við sær, men Bruninho misnýtti úr ellivu metrum!

 

 

60) 2-0

Tað er framvegis tvífaldi málskjúttin Martinez, sum EB/Streymur hevur mesta stríðið av. Nú hevur Leif Niclasen gjørt fríspark ímóti honum.

Lusitans hevur skift út: Pedro Reis er komin á vøllin í staðin fyri Luis Dos Reis.

 

 

55) 2-0

Beinanvegin eftir steðgin er Arnbjørn Hansen komin á vøllin í staðin fyri Gunnar Zachariasen. EB/Streymur hevur fyrstu løtuna verið meiri ágangandi enn í 1. hálvleiki. Eitt nú hevur Pætur Dam Jacobsen roynt seg við skoti, sum varð blokerað til horna. Hans Pauli Samuelsen legði innfyri, og Arnbjørn Hansen var hægstur, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

46) 2-0

Kroatiski dómarin hevur bríkslað fyri fyrstu ferð í 2. hálvleiki.

 

---

 

Rúni Nolsøe og Meinhardt Dalbúð og teirra menn hava nógv at tosa um, nú tað er steðgur í niðri í Andorra. Spurningurin er, hvussu tað skal byrgjast betri fyri í verjupartinum og serliga fyri væl upplagda Martinez, sum hevur skorað bæði málini.

 

Spurningurin er eisini, nær tað er ráðiligt at seta Arnbjørn Hansen inn í álopið. Hann er á beinkinum saman við Hanusi Olsen, Dánjali Davidsen, Niels Paula Danielsen, Brian Olsen og Jóhannesi Hansen.

 

Tað eydnaðist ikki at fáa loyvið hjá 16 ára gamla eykamálverjanum Símuni Johan Wolles upp á pláss. Tískil verður tað Gert Hansen ella Arnar Dam, sum fer í málið, um Andras Gango verður skaddur ella útvístur, men so illa fer tað vónandi ikki at ganga.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

45) 2-0

Pinheiro hjá Lusitans hevur sæð gula kortið eftir fríspark ímóti Gert Hansen. Hans Pauli Samuelsen tók sær av frísparkinum. Bólturin varð blokeraður út til horna, sum Hans Pauli eisini tók sær av, men einki spurdist burturúr. Kortini eitt sindur hugaligari nú, enn tað var tí einu løtuna.

 

40) 2-0

EB/Streymur hevur fótað sær aftur eftir løtuna miðskeiðis í 1. hállvleiki, tá ið heimaliðið legði seg framum við tveimum málum. Men tað gongur illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

35) 2-0

Heimaliðið hevur síðstu løtuna ikki verið so ágangandi. Tað kennist sum um, at teir eru nøgdir við eftir lítlari løtu at hava lagt seg framum við tveimum málum.

 

30) 2-0: Martinez 29.

Tað gongur av skriðuni hjá EB/Streymi, sum nú er aftanfyri 2-0! Martinez er øgiligur. Hann hevur skorað bæði heimamálini.

EB/Streymur er undir trýsti øgiligum trýsti. Tað hevur ikki eydnast at fáa mótálopini, sum teir í Sundalagnum eru so kendir fyri í heimligu kappingini, í lag. Gunnar Zachariasen hevur sæð gult fyri fríspark.

 

25) 1-0: Martinez br 24.

Tað kann gott vera, at veddingarfyritøkurnar hava EB/Streym sum favoritt at vinna í kvøld. Men fyrra partin av 1. hálvleiki hevur Lusitans verið greitt omaná, og nú hevur heimaliðið lagt seg á odda við brotssparki, sum Gert Hansen sá gula kortið fyri. Hann var óregluligur ímóti Bruninho.

 

20) 0-0

Heimaliðið trýstir nógv. Tað mesta gongur fyri seg á EB/Streyma hálvuni, og Andrras Gango hevur síðstu løtuna bjargað tríggjar ferðir. Nú er langt síðani, at bólturin var í brotsteiginum hjá heimaliðnum!

 

 

15) 0-0

Síðstu løtuna hevur heimaliðið verið omaná. Lusitans hevur havt hornasparksinnlegg, og Luis Dos Reis hevur úr sera góðari støðu sent við síðuna av málinum hjá Andras Gango, sum eina ferð hevur bjargað.

 

10) 0-0

Tað gongur javnt á. Heimaliðið hevur havt eina frísparksroynd, men bólturin fór við síðuna av. EB/Stremur hevur havt horna, men tað spurdist einki burturúr.

 

 

1) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað er turt, sólin kagar orduliga undan, og tað eru 17 hitastig.

Liðið hjá EB/Streymi er mannað soleiðis, sum tað hevur verið seinastu ferðirnar. Undantakið er, at Andras Gango verjir málið í staðin fyri René Tórgarð, sum ikki er við í ferðalagnum í Andorra.

 

 

Lusitans-EB/Streymur kl. 18.30

Dómari úr Kroatia: Damir Batinic

Lusitans: Ricardo Fernández – Leonel Maciel, Rafael Brito,

Sonejee, Martinez - Jiménez, Pinheiro – Machado, Juli Sánchez, Bruninho - Luis Dos Reis,

EB/Streymur: Andras Gango – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen