European League: Óli var toppskjútti hjá Sävehof við 11 málum

Sävehof vann á Nexe, men Skjern fór við fyrsta plássinum í millumbólki 2

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu í kvøld ein flottan sigur á kroatiska liðnum, Nexe í Partille. Talan var um seinasta dystin hjá Sävehof í millumbólki 2 í EHF European League.

 

Sävehof vann dystin 34-28. Í steðginum var Sävehof á odda 17-15.

 

Óli gjørdi tað framúr í kvøld. Hann gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við 11 málum, umframt at leggja upp til tvey mál.

 

Sambært Göteborgsposten hevði Nexe ongan møguleika, tá føroyska "fenomenið", Óli Mittún fór í gongd.

 

Tíverri fyri Sävehof megnaði danska liðið Skjern at vinna 29-24 (13-14) á útivølli móti Gorenje í Slovenia. Úrslitið merkir, at Skjern vinnur millumbólk 2 og fer tí beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Sävehof og Nexe mugu spæla áttandapartsfinalur fyri at røkka fjórðingsfinalunum.

 

Skjern vann bólkin við átta stigum. Sävehof er nummar tvey við sjey stigum, og Nexe er nummar trý, somuleiðis við sjey stigum, men har er Sävehof betri innanhýsis. Gorenje endaði aftast í bólkinum við tveimum stigum. 

 

Í áttandapartsfinalunum skal Sävehof spæla móti týska liðnum, Hannover-Burgdorf sum í løtuni er nummar seks í bundesliguni.

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt vunnu bólkafinaluna í millumbólki 3 móti Bjerringbro-Silkeborg á útivølli í stórum stíli. Flensburg vann dystin stórt 45-26 (19-17). Jóhan var noteraður fyri eitt mál og eitt upplegg til mál. 

 

Flensburg vann millumbólk 2 við 10 stigum, og fer tí beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spæla klokkan 19.45 móti rumenska liðnum, Constanta í Max Schmelling høllini í Berlin. Hákun og liðfelagarnir gerast í besta føri nummar tvey í millumbólki 4, tí portugisiska liðið, Sporting Lissabon hevur longu vunnið millumbólk 4, og hevur harvið vunnið seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar.