European Manager For a Day

Mikudagin 10. oktober fara 4 ungir Handilsskúlanæmingar til Danmarkar, har teir skulu luttaka í tiltaki fyri ung fólk við alsk fyri íverksetan.

- Vit eru allir sera áhugaðir í íverksetan fortelur Hjørtur og leggur afturat at teir gleða seg rættuliga nógv til at sleppa at fylgja einum høgum vinnulívsmanni í ein heilan dag

Grein frá 9-10-2007


Teir hava allir luttikið í Ungt Virki fyrr og í fjør gav Handilsskúlin í Tórshavn teimum møguleikan at søkja um luttøku í tiltakinum EMFD 2007 (European Manager For a Day 2007).

Teir 4 handilsskúlanæmingarnir, talan er um, eru Bjartur V. Hjaltalin, Bogi Berg, Hjørtur K. Justinussen og Jákup Berg, og eru teir allir sera áhugaðir í at stovna egna fyritøku.

Hesir ungu menn hava til felags at teir hava luttikið í Ungt Virki kappingini, ið er tilætlað føroyskum vinnufúsum unglingum.


Hetta tiltak er samskipað av YEAD (Young Enterprice Alumni group Denmark) samsvarandi til Ungt Virki í Føroyum, og er hetta ein liður í Young Enterprice samtakinum.

EMFD snýr seg um, at geva ungum íverksetarum møguleika, at fylgja nøkrum av “topp leiðarunum” í Danmark. Tiltakið er í døgunum frá 10. til 12. oktobur og umfatar eisini eitt skeið um íverksetan, har millum annað fleiri kendir fyrilestrarhaldarar greiða frá um hetta evni. Tiltakið var fyrstu ferð hildið í 2005, og fekk sera góða móttøku, bæði frá luttakarum, samskiparum og leiðarum. Eingin í Føroyum hevur áður luttikið í hesum tiltaki.


- Av teimum uml. 15.000 “Ungt Virki” luttakarunum í danska kongaríkinum, eru vit fýra, millum tey tólv hepnu, ið eru útvald til at verða við í tiltakinum, fortelur Bogi spentur.


Danmark sum íverksetanarsamfelag


Danmark roynir miðvíst at skapa eitt “íverksetanar samfelag”. Endamálið við tiltakinum er, at menna, búna og geva ungum ágrýtnum íverksetarum vitan, innlit og ein sokallaðan “kick start” út í vinnulívið. Í Føroyum eru vit eisini við at taka hesu góðu gongdina til okkum, og siga hesir ungu menn seg vilja vera teir fyrstu við góðum úrslitum.

- Vit ynskja at verða nakrir av teimum fyrstu ungu íverksetarum við góðum úrslitum, og vit vilja vera við til at skapa framgongd í Føroyum.


Ikki ókeypis


Tiltakið er tó ikki heilt ókeypis fyri hesir unglingar. Størsta útreiðslan er, at teir skulu av landinum. Tað er heldur ongin loyna, at teir sum lesandi og hava lítið av tíð til at vinna sær pening. Kostur, yvirnátting og flutningur (tok, bussur o.t.) verður tískil eisini ein lutfalsliga stór útreiðsla fyri teir.

Teir fáa peningaligan stuðul frá Eik, Handilsskúlanum og Alpha Travel. Tommy Næs Djurhuus hevur verið teimum ein góður stuðul eisini.

Teir vera vekk í 3 dagar og ynskja at fáa sum frægast burturúr, og hvør veit um man ikki fær eygað á eitthvørt í framtíðini, ið hesir ungu menn hava verið við til at ment.

Eftir eitt tílíkt tiltak skuldi møguleikarnir í øllum førum verið góðir, fyri at okkurt gott skuldi spurst burturúr.