Radio Horsens, Horsens folkeblad og Horsens ny teater skipa í felag fyri síni egnu X-Factor kapping, sum tey kalla H-factor.
Ein Føroysk genta, Evi Isaksen, er við í kappingini, og hevur klárað seg sera væl.
Í Horsens hava tey tikið stig til sína egnu, lokalu X-factor kapping. Vinnarin av kappingini fær ein stóran vinning umframt tilboð um at framføra ymsa staðni kring Danmark. Enn er ikki greitt júst hvat vinnarin av kappingini vinnur.
Evi kom í semifinaluna, men var eina atkvøðu frá at vinna sær pláss til finaluna. Hon hevur enn møguleika fyri at sleppa við til finaluna, tí hon og tvær aðrar, eru við í kappingini um eitt sokallað Wildcard, sum verður latið til tann, sum fær flest atkvøður á facebooksíðuni hjá Spar Nord Horsens.
Atkvøðugreiðsla letur aftur á middegi týsdagin og inn til tá hava øll møguleika fyri at lata sína atkvøðu til føroysku Evi, á vegginum hjá Spar Nord Horsens.
Her er leinkjan til eina videoupptøku, sum er gjørd í samband við framførsluna hjá Evi í semifinaluni í H-Factor. www.facebook.com/photo.php
Og her ber til at atkvøða fyri Evi, sum longu nú hevur áleið 70 atkvøður meir enn nummar tvey.