B71-B36 0-1 (0-0)
Einki var at ivast í, at B36 var at rokna sum favorittar, tá teir skírsimorgun løgdu leiðina suður til Sands, har útidystur móti B71 stóð á skránni.
B71 var greitt við undirlutan, tá liðini hittust í Havn, og harumframt hevði B71 eisini tapt greitt fyri triðja fyrstudeildarliðnum í bólkinum, B68.
Nógvur vindur
Talan gjørdist tó als ikki um nakran stórsigur, og eftir dystin vóru sandoyingar sera harmir um, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa í hvussu so er annað stigið.
Meginpartin av dystinum leikaði nevnliga sera javnt á. Nógvur vindur var, og serliga í fyrra hálvleiki órógvaði hetta spælið, tí bólturin somikið ofta varð blástur av vøllinum. Av Sandi frættist, at um talan var landskappingardyst, varð hesin neyvan settur í gongd, so ring sum líkindini vóru.
Eitt annað, sum eisini órógvaði spælið hjá havnarmonnunum, var, at John Petersen noyddir av vøllinum eftir einar fimm minuttir, tá hann í hendiligum samanbresti fekk ein snudd í knæðið.
Talan gjørdist ongantíð um nakað serliga flótandi fótbóltsspæl fyrstu trý korterini, men bæði liðini høvdu tó einstakar møguleikar, sum tey tó ikki kundu gera sær dælt av. M.a. høvdu B71 ein stútara, sum tók í tvørstongina, og í hinum endanum varð Carl Høgnesen, sum kom á vøllin fyri John Petersen, púra leysur við málverjanum.
Langur seinni hálvleikur
Í seinna hálvleiki linkaði hann vindin nakað, og hetta betraði sjálvandi eisini um umstøðurnar at spæla. Dysturin var tó framvegis javnur, og bæði liðini høvdu helst eisini roknað við, at talan fór at gerast um javnleik, tá klokkan var farin væl av teimum 90 minuttunum.
B36 megnaði tó at skora avgerandi málið, tá Bjarni Prior fekk sett høvdið undir eitt frísparksinnlegg av miðjum vølli, og frøin var sjálvsagt stór á B36 leikarunum, nú teir høvdu tryggjað sær stigini.
Dysturin var tó ikki lokin enn. Av Sandi frættist, at seinni hálvleikur vardi heilar 53 minuttir, men B36 megnaði so at varveita leiðsluna teir fimm minuttirnar, sum enn vóru eftir tá málið varð skotið, og so vóru stigini fingin til høldar.
Vónbrotnir
Sandoyingar vóru sum vera man vónbrotnir um tapið. Í 93 minuttir hildu teir favorittunum frá fatinum, og harumframt vildu fleiri eisini vera við, at B71 átti brotsspark miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá teir mettu, at Kári Sørensen varð togaður niður í brotsteiginum.
At VB so eisini megnaði at vinna inni í Runavíkini, gjørdi bara støðuna enn verri, tí við VB sigri í Runavík, og einum stigi til B71 móti B36, hevði ein sigur á fuglfirðingum leygardagin helst verið nóg mikið hjá B71 til at tryggja sær víðari luttøku í kappingini. Nú er støðan eftir øllum at døma soleiðis, at B71 í besta føri verður vánaligasti trýarin í teimum trimum bólkunum, og sostatt noyðist at siga farvæl til løgmanssteypið á hesum sinni.
B71-B36 0-1 (0-0)
0-1 Bjarni Prior 90
B71:
Waldemar Nowicki - Bernhard Petersen, Jón Brekku, Bergleif Sólsker - Jógvan Jón Petersen, Eli Hentze, Kári Nielsen, Rúni í Soylu, Kristian Nielsen - Julian Thomsen, Høgni Hansen
B36:
Pól Næs Joensen - Herbert í Lon Jacobsen, Egil Zachariasen, Fróði Clementsen - Magni á Lakjuni, Jens Kristian Hansen, Jan Guttesen, Bjarni Prior - Jákup á Borg, Ronnie Samuelsen, John Petersen
Dómari:Jens Petur Brattaberg