Eyðbjørn Larsen er formaður í Fiskivinnuráðnum

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tilnevnt umboð í Fiskivinnuráðið fyri komandi fýra árini

Uppgávan hjá Fiskivinnuráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum í týðandi fiskivinnumálum og ummæla uppskot til lógir og kunngerðir, sum landsstýrismaðurin leggur fyri ráðið. Harumframt kann ráðið eisini av sínum eintingum taka fiskivinnumál til viðgerðar og lata landsstýrismanninum sítt ummæli.

Tey umboð, ið landsstýrismaðurin hevur tilnevnt fyri komandi fýra árini, eru:

Jóhannus M. Olsen umboð fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag

Egon Joensen umboð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag

Viberg Sørensen umboð fyri Føroya Reiðarafelag

Eyðstein Djurhuus umboð fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelag og Motorpassarafelag

Jan Højgaard umboð fyri Føroya Fiskimannafelag

Auðunn Konráðsson umboð fyri Meginfelag Útróðrarmanna

Hans Joensen umboð fyri feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjum

Formaður í Fiskivinnuráðnum er Eyðbjørn Larsen og skrivari er Jens Helgi Toftum.