Eyðun og Ross standa fyri nógvum nýggjum

Felags fyri Skála og Víking er, at ætlanin er longri frammi á vøllinum at hava betri fatur á spælinum

Tvífalda meistaraliðið Víkingur vann næstsíðsta leygarkvøld fimta árið á rað stórsteypadystin. Harvið endaði tað soleiðis, sum tað plagar, hóast venjarin er nýggjur, spælskipanin er nýggj, og fleiri nýggir spælarar eru á liðnum.

Seinnapartin verður fyrsta royndin í landskappingini hjá Maurice Ross og hansara monnum í Víkingi. Tað verður á heimavølli í grannauppgerð ímóti Skála.

-Fleiri spælarar við nógvum royndum eru ikki longur í felagnum. Nýggir útlendingar fara nú at royna seg, og fleiri, sum hava víst góð evni í næstbestu deildini fáa møguleikan. Hetta verður spennandi, og vit rokna við møguleikanum, hóast nógv er nýtt, og hóast teir, sum ikki eru her meiri, tilsaman hava spælt fleiri enn túsund dystir í bestu deildini, sigur veteranurin á miðvøllinum Hans Jørgen Durhuus, sum nú eisini er hjálparvenjari.

Adrian Cascaval er ikki tøkur, tí loyvini eru ikki komin upp á pláss

 

Eyðun Klakstein er nýggjur venjari á Skála. Har snýr tað seg um avbjóðingina at varðveita væl skipaða verjuspælið og samstundis at megna at hava fleiri spælarar við í framrættaða partinum.

-Spælararnir hava verið ógvuliga nærlagdir og ídnir hesar vikurnar, sum vit hava fyrireikað okkum. Eg haldi, at teir eru væl fyri, og nú er fyrsta høvi í Gøtu hjá teimum at vísa, hvør dugur er í liðnum, sigur Eyðun Klakstein.

Framrættaðu Jákup Johansen og Jan Ingason Hansen eru langtíðarskaddir og vera neyvan tøkir fyri summarsteðgin.