Eydna er tvífaldur prísvinnandi røðuskrivari

Í fjør vann Eydna Skaale eina virðisløn í Amerika sum besti røðuskrivari fyri eina røðu, hon helt til pisufundin í Viðarlundini. Aftur á ár hevur hon vunnið somu virðisløn fyri flaggrøðu, hon skrivaði fyri Honnu Jensen, táverandi landsstýriskvinnu.

Eydna Skaale skrivar soleiðis frá á Facebook síni Retorika:

»Í Amerika er eitt rit við bestu røðunum í 2019 nú á veg á gøtuna.

Ein dómsnevnd við limum úr Amerika og Evropa hevur kosið bestu røðurnar í ymsu bólkunum - og tað sermerkta er, at í hesum ritinum fara nøkur orð á føroyskum at verða prentað.

Í fjør hendi tað óvæntaða, at eg vann við røðu míni til pisufundin í Viðarlundini, sum æt »5 lærdómar frá lívinum«.

Og í morgun fekk eg boð um, at eg aftur í ár eigi eina av vinnararøðunum!

At vinna ein altjóða heiður einaferð er kul. Tað er stórt.

Men at vinna tvey ár á rað er SVAKT! CRAZY! VILT! Eg eri so ovfarin, at eg faktiskt ikki havi nøkur orð at lýsa tað við.

Eg havi lisið teldupostin umaftur og umaftur í allan dag - og havi spakuliga latið tað søkka inn, at tað simpulthen hendi aftur!

Røðan, sum hesuferð varð kosin sum tann besta í sínum bólki, er flaggdagsrøðan, eg skrivaði fyri Honnu Jensen, táverandi landsstýriskvinnu, til flaggdagshaldið, sum varð hildið á føroysku sendistovuni í London í fjør.

Røðan eitur »100 Years With a Flag of Our Own« og heiðrar bæði Merkið og sambandið millum Føroyar og Bretland.

Hanna Jensen var sera gávumild við sínum tonkum, royndum og hugsanum í arbeiðinum við hesi røðuni - og í fleiri umførum gav hon sær góðar stundir at tosa við meg og geva mær tað tilfarið, tær lýsingarnar og tær orðingarnar, eg hevði tørv á fyri at pallseta, skapa forteljingar og lýsa.

##med2##

Og tá røðarin bæði er gávumildur og við uppá at fara ósiðbundnar leiðir - ja, tá er tað stuttligt at vera røðuskrivari.

Tí um røðan skal verða góð, má samstarvið millum røðara og røðuskrivara vera bæði tætt, opið og erligt.

Eri ovurfegin og takksom - og eg takki hjartaligu Honnu Jensen fyri dirvið at flætta privatu frásagnirnar inn í hesa politikararøðuna, tí tað vóru uttan iva tær, sum gjørdu røðuna sermerkta og persónliga.

»Kundi hendan røðan verið hildin av einum og hvørjum - ella merkja vit ein ávísan avsendara, sum tosar við eitt ávíst publikum« spyrja dómararnir millum annað, tá teir lesa allar røðurnar.

Og við hesi røðuni merkja teir heilt víst menniskjað handan ministaran.

Tað er helst eitt av mongu kriteriunum, sum gjørdu, at hon vann.

Og tí kunnu røðunørdar um allan heim skjótt lesa føroysku orðini »góðan flaggdag øll somul« í tíðarritinum, sum skjótt verður sent á gøtuna í bandaríkinum.

Í fjør kundi eg ikki fara til stóru røðuskrivararáðstevnuna í Washington at taka ímóti heiðrinum, tí didda kom um sama mundið.

Í ár fer tað kanska at rigga, um ikki korona forpurrar ætlanunum.

Undir øllum umstøðum kann eg nú kallað meg tvífaldan prísvinnandi røðuskrivara - bæði fyri 2019 og 2020.

Og tað gevur summarfuglar í búkin - Washington ella ei!«