Eyðun skal døma í Týsklandi

Føroyski hondbóltsdómarin hevur fingið altjóða uppgávu fyri leygardagin.

Altjóða hondbóltsdómari føroyinga, Eyðun Samuelsen, hevur saman við íslendska makkara sínum, Ingvari Guðjónssyni, fingið tillutað enn eina altjóða uppgávu.


Teir skulu døma EHF-Cup dystin ímillum HT Melsungen úr Týsklandi og Balatonfuredi KSE úr Ungarn. Talan er um dyst í bólkaspælinum, sum verður nú leygardagin.


Dysturin verður spældur í Rothenbach-Halle, har pláss er fyri 4.300 áskoðarum.