Eykaaðalfundur í Javna til støðutakan til sølu av fastogn.
Javni boðar við hesum til eykaaðalfund
Mikudagin tann 25. juni 2025 kl. 17.00 í hølum felagsins á Hoydalsvegi 42, 100 Tórshavn.
Endamálið við fundinum er at viðgera og taka støðu til sølu av húsinum á Skrivaragøtu 5, 100 Tórshavn, ið er ogn hjá Javna.
Skrá:
- Val av fundarstjóra og skrivara
- Frágreiðing um støðuna og møguliga sølu
- Avgerð um sølu av fastognini Skrivaragøta 5, 100 Tórshavn og treytir fyri sølu
- Ymiskt
Nevndin.