Eykajáttan ger ikki møguleikarnar verri

Eykajáttan fyri apríl, sum varð samtykt í Løgtinginum mikudagin, umfatar eisini penig til dialysu á Landssjúkrahúsium, og tað fegnast sjúkrahússtjórin, Sigurð Vang, um, tí hetta merkir, at teir tríggir-fýra føroyingarnir, ið hava verið í Danmark til dialysu, nú kunnu koma heim

Fyri sjúkrahússtjóran er málið greitt:
Útgangsstøðið er, at tað skal bera til hjá øllum at fáa dialysu í Føroyum.
Danir, eins væl og í Danmark búgvandi føroyingar, hava rætt til ókeypis dialysu, tá teir eru í Føroyum.
- Hetta hevur tíverri verið ein trupulleiki seinastu tiðina, tí vit hava heilt einfalt ikki havt neyðuga kapasitetin at avgreiða allar dialysuviðgerðir, sigur Sigurð Vang.
Fyri fólk uttan fyri Danmark er sakin eins greið, tí tey mugu gjalda fyri at fáa eina dialysuviðger í Føroyum.
Tá tað kemur til fólk, sum koma til Føroya at ferðast, hava vit tíverri ikki sæð okkum før fyri at taka tey inn, og tað sama er galdandi fyri Jógvan Petur Hentze, sigur Sigurð Vang.
Tað má eisini takast við í viðgerðina, at talið á nýrasjúklingum er alsamt vaksandi.
- Vit hava verið noyddir til at senda fýra nýrasjúklingar til Danmarkar at verða viðgjørdir, og eykajáttanin fyri apríl, sum varð samtykt í Tinginum mikudagin, ger tað møguligt hjá okkum, at áa hesar nýrasjúklingarnar heim til Føroya aftur, sigur Sigurð Vang.
Tað er tó torført at siga, hvussu verður við frítíðardialysu til eitt nú føroyingar, ið ætla sær til Føroya at ferðast.
- Men tað er greitt, at við hesari eykajáttanini verða møguleikarnir munandi betraðir fyri, at tað gerst møguligt hjá eisini Jógvani Petur Hentze at koma heim í styttri tíðarbil, sigur Sigurð Vang.

Átti at borið til
Tað vísir seg sum nevnt, at talið á nýrasjúklingum økist.
- Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava sæð okkum noydd til at senda fýra nýrasjúklingar til Danmarkar til dialysu. Talið er sum nevnt vaksið úr 15 upp í 19 nýrasjúklingar bara í ár, sigur Sigurð Vang.
Sjúkrahússtjórin sigur at dialysudeildin er støðugt útbygd, fyrst til eitt maksimum upp á 14 síðani 16, og nú upp í 19 sjúklingar.
- Eykajáttanin merkir, at vit fáa økt um starvsfólkabrøkin, eins og ein stova verður tikin í nýtslu aftrat. Fyri okkum ræður um, at veita so nógva dialysu í senn um dagin, fyri at útnytta kapasitetin sum best, sigur Sigurð Vang.
Men tað skal sjálvandi ikki bara verða so, at tað bara skal passa landssjúkrahúsinum.
- Tað kunnu vera sjúklingar, ið arbeiða um dagin, og at tað tí liggur betri fyri hjá teimum at koma í dialysu út á seinnapartarnar, og tað skal sjálvandi eisini bera til, sigur Sigurð Vang.
Hann harmast um, at tað ikki hevur borið til, at tikið Jóan Petur Hentze til viðgerðar, men eftir eykajáttanin fyri apríl er samtykt, átti eisini borið til at tikið hann inn í styttri tíðarskeið.
Eg kann sjálvandi ikki lova nakað, men møguleikarnir skuldu alt annað líka verið betri, sigur Sigurð Vang.
Flestu nýrasjúklingar eru í dialysu tríggjar ferðir um vikuna.
- Vónandi ber til hjá okkum, at vera so mikið fleksiblir, at tað átti at borið til at tikið fólk inn til einar tvær-tríggjar dialysuviðgerðir, men tað er sjálvandi upp til yvirlæknan at gera av, sigur Sigurð Vang við ávísing til Torkil á Steig.
Torkil á Steig er í feriu í løtuni, og hevur onga viðmerking.