Atgongumerkini til konsertina mikukvøldið, har Hanus framførir nýggjar sangir til yrkingar hjá Poul F., eru uppi.
Men av tí, at áhugin er so stórur, verður ein eykakonsert klokkan 20 hóskvøldið 29. december , á Tjóðpalli Føroya.
Pláss er einans fyri eini 100 fólkum í smáu hølunum hjá Tjóðpalli Føroya, har lagt er upp til eina inniliga konsert, við mergjaðum hugleiðingum um ørandi ást, rotinskap, fanan, deyðan og gud, í selskapi við nøkrum av fremstu tónleikarunum í landinum - Mikael Blak, Magnusi Johannsen og Benjamin Petersen.
Tað er ikki hvønndagskostur, at dyrnar til føroyska tónleikasøgu latast. Fyri einum góðum ári síðani varð fyrstu ferð síðani í 1980unum, at Hanus trein á pall við nýggjum tónleiki til yrkingar hjá Poul F.
Tá stúrdu mong fyri, at tónleikurin ikki fór at standa mát við høgt elskaðu Gaman og Álvara frá 1988. Men, nýggi tónleikurin stóð einki aftanfyri, kanska tvørturímótið, sambært ummælarum. Fløgan Hørpuspælarin - Hanus syngur Poul F., sum kom á marknaðin eftir uppseldu konsertinar í fjør, fekk seks av seks Dum frá Dimmalætting, tí ummælarin metti, at Hanus er ... millum størstu føroysku tónlistafólk gjøgnum tíðirnar - ein livandi legenda - og hann hevur ongantíð verið betri enn beint nú, hann aftur syngur Poul F
Atgongumerki til eykakonsertina fáast í tónleikahandlinum hjá Tutl á Káta Horninum.