Ítróttar- og frítíðarfeløg virka saman um at fyriskipa eystanstevnu, soleiðis at stevnan á hvørjum ári hevur okkurt at bjóða øllum - her í Runavíkarøkinum og gestum úr øðrum bygdum.
- Aftrat stevnufyriskipanini fer nógv orka hjá okkum til at fyriskipa dystirnar, sum eru á stevnuni. Byrjað verður vanliga fríggjadag við yngru deildunum, og síðan verður hildið fram alt vikuskiftið.
Fótbóltsliga hæddarpunktið er Effo-dysturin leygardag, og hesaferð kemur 07 Vestur á vitjan.
- 07 Vestur hevur fingið stig í helvtini av dystunum, sum teir hava leikt í ár, og tí kann roknast við einari tættari og spennandi uppgerð, sigur Nes Sóknar Ítróttarfelag.
Felag í menning
Nes Sóknar Ítróttarfelag hevur frá stovnan hin 24. mars í 1957 verið eitt felag í menning.
- Frá at byrja við hondbólti, róðuri og fótbólti til nú at vera eitt fótbóltsfelag burtur av, hevur felagið ment seg og hevur nú vanliga eini 25 lið við leikarum í øllum aldrum meldaði til kappingar hjá FSF.
Ungdómsliðini hjá NSÍ hava altíð staðið seg væl, og eru nógv føroyameistaraheiti vunnin millum ár og dag.
- Effo-liðið hevur seinastu mongu árini ment seg, soleiðis at tað hvørt kappingarár er spennandi at fylgja við liðnum, bæði úti og heima. Felagið vann meistaraheitið í 2007 og Løgmanssteypið í 2002.
Góð minnir
Nes Sóknar Ítróttarfelag vísir á, at aftrat góðum upplivingum her heima á klettunum - við Løkin ella á vallum kring landið - hevur Effo-liðið eisini givið okkum góð minni frá dystum í evropeiskum kappingum.
- Millum minniligu dystirnar er 0-0 dysturin móti Fulham FC á Svangaskarði í 2011 og 1-0 sigurin á Dinamo Tbilisi í Gundadali í 2008.
Lagt verður aftrat, at fyri spælarar og fólk kring felagið er tað sjálvandi stórt at sleppa at vitja kendar leikvallir úti í heimi í samband við evropeiskar kappingar.
Roynst væl
Kappingarárið hjá Effo-liðinum hjá NSÍ hevur roynst væl higartil.
- Liðið hevur verið væl við í stórt sæð øllum dystum og er mitt millum liðini, sum hvørt vikuskifti stríðast um at fáa ein sigur, ið kann lyfta tey upp á ovaru plássini, væl vitandi at tap hinvegin eru lívsvandamikil í sera hørðu og spennandi kappingini í ár.
Lagt verður aftrat, at steypakappingin eisini hevur verið hugalig í ár, og fyribils er NSÍ í hálvfinalunum móti Víkingi.
Betraðar umstøður
Nes Sóknar Ítróttarfelag fegnast um, at vøllurin við Løkin verður skiftur í ár, og at felagið fær stásilig umklæðingarhøli í nýggju fimleikahøllini við Løkin, tá hon stendur liðug til nýggjárs.
- Framtíðin hjá felagnum er bjørt, og vit vóna at síggja nógv fólk á eystanstevnu í ár, sum vit kunnu deila okkara virksemi við - á stevnuøkinum eins væl sum á vøllinum við Løkin, sigur Nes Sóknar Ítróttarfelag í síni heilsan til stevnugestir.