Eysturkommuna fær nýtt reinsiverk

Sáttmáli er undirskrivaður við Nomatek um veiting og uppseting av nýggjum vatnreinsiverki.

Miðskeiðis í hesi vikuni undirskrivaði Eysturkommuna sáttmála við Nomatek um veiting og uppseting av nýggjum vatnreinsiverki á Hagaleiti í Leirvík.

 

Útgerðin fevnir eitt nú um trý rustfrí sandfiltur og Uv-útgerð til sóttreinsing av vatninum.

 

Samlaði kapasiteturin er seksti rúmmetrar um tíman og kann útbyggjast til áttati rúmmetrar um tíman.


Eysturkommuna sigur, at goymslubrunnur varð settur upp í 2008 og er 1300 rúmmetrar stórur.

 

Húsið til reinsiverkið varð liðugt í summar. 


Tað eru Martin E. Leo Sp/f, ráðgevandi verkfrøðingar, sum hava staðið fyri verkætlanini.

Á myndini eru Jóhan Christiansen, borgarstjóri og Ragnar Magnussen, stjóri á Nomatek.