Bragi og Barbara R. Mouritzen eiga munin á Honnu S. Petersen og Thor
Onnur ólavsøkukappríðingin á nýggju breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali varð hildin ólavsøkudag. Hóast lotið var kalt, so vóru heilt fitt av fólk samlaði á stásiligu breytini undir Kráarheyggi.
Tey fingu eisini eina bæði spennandi og undirhaldandi kappríðing at síggja. Sum vant er tað mestur spenningur í greinunum Tvíspor vaksin og Tvíspor ung. Har tað kanska kann sigast at tað ikki var óvantað at Kiljan úr Gøtu vann Tvíspor ung, so mundu tað ikki vera nógv høvdu væntað at Bragi av Eiði fór at vinna Tvíspor vaksin, ikki tað, hesturin hevur vunnið fyrr og er bæði skjótur og tiltikin sterkur. Hetta vísti hann eisini til fulnar á degnum, Við Barbaru R. Mouritzen á baki vann hann riðilin við tíðini 29,58 sek. Nú var stórur spenningur undan teimum báðu seinastu riðlunum. Tíðin hjá Braga helt, men tað var ikki meira enn akkurát, tí í seinasta riðlinum komu Silfá og Ása Bárðardóttur niður á tíðina 30,01 sek, also bara 0,03 sek seinni enn Bragi. Nummar trý á degnum gjørdist Thor úr Syðradali við Honnu S. Petersen á baki.
Kiljan úr Gøtu gjørdi ólavsøkuna hjá eysturoyingum enn betri, tá hann sum væntað vann Tvíspor Ung. Hetta er triðja árið Kiljan og Simona Tornby vinna ólavsøkukappríðingina, tískil vunnu tey ferðasteypini sum Odu’sa Sonuterapi hevur latið til ognar. Nummar tvey á degnum gjørdist Doran við Fíu Nolsøe á baki og nummar trý vóru Báran og Eyðbjørg H. Djurhuus.
Tvíspor vaksin annan flokk vann Spirit við Drós Andriasardóttir á baki, Trav vunnu Doran og Fía Nolsøe, Skeið Vann Brúni við Jóannes Debes á bakið og tøltið vunnu Stilkur og Sedea Nolsøe.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















