Arbeiðið hevur ligið stilt eina tíð, men nú er lív komið í aftur Kunningarstovuna í Runavík, sum samstundis sum hon fyrireikar seg til summarið, ger snotuligu hølini á Heiðivegi klár at taka ímóti fremmandum sum føroyskum gestum.
Menning og skráseting av ferðatilboðunum í Eysturoynni standa ovalaga á skránni hjá nýggja leiðaranum á Kunningarstovuni, Doris Hansen. Kunningarstovurnar í Fuglafirði og Runavík arbeiða saman í tøttum samstarvi.
Leiðarin á Kunningarstovuni metir, at stórar avbjóðingar liggja í tøkniligu menningini innan teldur.
? Vit leggja stóran dent á at fylgja við tøkniliga. Kunningarstovan skal hava eina heimasíðu, tí nógvir fyrispurningar koma í framtíðini á internetinum. Vit fara at arbeiða fram ímóti, at ferðafólk kunnu koma á Kunningarstovuna at brúka internetið. Ein slík tænasta skal sjálvandi eisini vera til føroyingar. Vit kundu eisini hugsað okkum at arbeitt við øðrum telduverkætlanum og til dømis lagt allar tænastur til ferðafólk á netið, soleiðis at tey kunnu síggja, hvat vit hava at bjóða, sigur Doris Hansen.
Skipað tilboð
Nógv áhugaverd tilboð eru í Eysturoynni til ferðamannin. Økið liggur ógvuliga væl fyri geografiskt, er tætt við miðstaðarøkið og samferðslunetið er gott.
? Vit hava nógv at bjóða ferðafólki, eina vakra, sermerkta náttúru, tey hægstu fjøllini og lægstu lendini, sigur Doris Hansen.
Skipað verður fyri túrum niðan á hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratind, í summar. Longsta dag verður ein spennandi túrur niðan á Slættaratind undir leiðslu av Jóannes Mørkøre og Olaf í Garði Joensen. Komin niðan verður ein máltíð notin og føroyskur dansur og sangur annars vera eisini á skránni. Um náttina verður farið eystur undir Krúp, har tað ber til at síggja sólina rísa.
Slættaratindur hevur altíð verið eitt vældámt ferðamál, og á hvørjum ári fara nógv ein túr niðan á Slættaratind. Men hetta er ikki ein heilt vandaleys ferð, tí tekur tú skeivu leiðina niðan, ber til at ganga teg fastan og koma út í óføri. Tí hevur ferðavinnan í Eysturoynni í samráð við bøndurnar tikið stig til at pelar eru settir upp á Slættaratindi, soleiðis at ferðamaðurin trygt kann ganga niðaná.
Føroyakvøld
Bygdahúsið á Strondum hevur tikið táttin upp eftir Norðurlandahúsið og fer at skipa fyri 13 Føroyakvøldum í summar, har borðreitt verður við alskyns góðum føroyskum mati. Á skránni verður sangur, kórsangur, føroyskur dansur, fyrilestur, og ætlanin er eisini at vísa ein gamlan film.
Fjølbroytt úrval er av gongutúrum í Eysturoynni. Til ber at fara um Skarðið, úr Fuglafirði til Hellurnar. Rasmus Skorheim skipar fyri túrum út á Eystoyarsyllina frá Selatrað, og fólk hava høvi at koma inn á garðin hjá honum at fáa ein góðan bita aftaná túrin. Karl Thomsen skipar fyri gongutúri úr Norðagøtu upp um fjallið til Leirvíkar.
? Til ber eisini at skipa fyri øðrum túrum, t.d. út á Eystnes, runt Toftavatn, til Rituvíkar, Lamba ella hvar tað skal vera, sigur Doris Hansen.
Hava fólk serligan áhuga fyri fornlutum ber til at vitja inn á Forna á Glyvrum, á Látrið á Eiði, og í Blásastovu í Norðagøtu. Arbeitt verður við eini ætlan í Fuglafirði og eini á Toftum, har gamli prestagarðurin er keyptur til fornminnissavn.
Umborð á sluppini Høganesi eru nógv tiltøk um summarið. Leygardagin komandi verður tíggjumannafarið Dvørgamoy flotað í nánd av sluppini Høganesi í Runavík. Aftaná verður ein hugnaløta við tónleiki, sangi og einum breyðbita umborð á Høganesi og Norðlýsininum. Høvi verður at royna bátin.
? Ætlanin er at brúka bátin til skúlafokkar, ferðafólk og onnur, sigur Doris Hansen.
Nógvar vakrar kirkjur eru í Eysturoynni, fimm gamlar trækirkjur, sum fylgja gomlum byggisiði, eru í oynni umframt tríggjar nýggjar nýmótans kirkjur. Í Fríðrikskirkjuni og í Gøtu kirkju ber til at sleppa inn hvønn yrkadag, fólk eru í kirkjuni og taka ímóti áhugaðum ferðafólki. Annars ber altíð til at gera avtalu við kunningarstovurnar soleiðis at sloppið verður inn í kirkjurnar.
Gisting
Nógvir møguleikar er at gista í Eysturoynni. Í Oyndarfirði ber til at gista á Fjallsgarði, í Elduvík í Lonini, í Gjógv á Gjáargarði, á Eiði á Hotel Eiði, í Runavík á Sjómansheiminum, í Fuglafirði, á Kambsdali og á Selatrað á Skótadeplinum.
? Vit hava ein varhuga av, at fleiri ferðafólk fara at vitja í summar. Á fleiri støðum verður boðað frá einum vaksandi tali á vitjandi, sigur Doris Hansen.
? Fólk eru ógvuliga positiv og ferðavinnan eydnast best, um lokala fólkið er við. Tí kunnu vit hugsa okkum at skipa fyri fundum runt um í oynni fyri at finna út av, hvat ber til at gera í teim ymsu bygdunum og hvørjir møguleikar eru, og hvussu kemur man ígongd við ferðavinnu. Vit vilja fegin hava øll við. Vit kundu eisini hugsað okkum, at føroyingar brúka Kunningarstovuna meir og leggja til rættis ferðina í samráð við Kunningarstovuna. Um ikki annað ber til at fáa hugskot og íblástur til, hvussu frítíðin kann brúkast.
? Eitt sum stendur ovalaga á skránni hjá okkum er at fáa viðurskiftini við tjalding og wc í rætt lag. Innanlanda menning er av stórum týdningi, tað ber ikki til at reka ferðavinnu um slík viðurskifti ikki eru í lagi, sigur Doris Hansen, leiðari á Kunningarstovuni.