Sambært ACRO, sum førir hagtøl um altjóða flogferðslu, vóru fáar flogvanlukkur í fjør Aircraft Crashes Record Office, sum millum annað skrásetur talið av flogvanlukkum, staðfesti við árslok, at talið av vanlukkum við flogførum til fleiri enn seks persónar í fjør var 136.
Hetta er lægsta talið í fýra áratíggju. Talið av deyðum í flogvanlukkum varð í fjør 965, og er hetyta lægsta talið síðani 2004.
Størsta flogvanlukkan í fjør var í Sao Paulo, tá eitt flogfar hjá TAM Brasil fórst. 199 fólk lótu lív í tí vanlukkuni.