Loyvisnevndin fær ikki nógvar umsóknir um nýggj skeinkiloyvi.
Tað staðfestir Jóanna Djurhuus, forkvinna í loyvisnevndini.
- Hesi síðstu tvey árini hava vit kanska fingið einar tvær, tríggjar umsóknir um nýggja skeinkiloyvi, sigur hon.
Hon sigur, at tað tykist sum um at ein nattúrliga lega er funnin fyri, hvussu nógv skeinkistøðum, pláss er fyri í Føroyum.
Upprunaliga var kvota á fyri, hvussu nógv skeinkiloyvi kundu vera í teimum ymsu økjunum í landinum, men hon er langt síðani avtikin.
Kortini fóru skeinkistøðini ikki at skjóta seg upp sum hundalond allastaðni.
- Tað er ikki barr á hvørjum horni, sum nøkur stúrdu fyri. Í veruleikanum eru ikki serliga nógv skeinkiloyvi í landinum. Tað eru nøkur í Havnini og so nøkur heilt fá afturat runt um í landinum.
Tað heilt nágreiniliga talið hevur hon ikki í høvdinum.
Gott skil á
Jóanna Djurhuus sigur, at í loyvisnevndini eru tey somuleiðis av teirri fatan, at sum heild verða skeinkiloyvini umsitin við skili.
- Loyvisnevndin kann taka eitt loyvi aftur, sum ikki verður umsitið eftir lógini, men tað er ikki hent hesi bæði árini, eg havi verið forkvinna, sigur Jóanna Djurhuus.
Kortini hava eini tvey skeinkistøð fingið ávaring um at fáa ávís viðurskifti í rættlag, annars missa tey loyvini.
Tey viðurskiftini eru so fingið í rættlag, sigur hon.
Tað, mest verður hugsað um í hesum føri, er, at skeinkistøðini hava havt opið longri enn loyvt er, og at tey hava skonkt fyri ov ungum fólki.
- Samstundis er tað eisini okkara fatan, at borgarin dugir væl við skeinkiloyvunum, sigur forkvinnan í loyvisnevndini.
Skeinkiloyvi skulu endurnýggjast fjórða hvørt ár og tað hevur heldur ikki verið nakar trupulleiki.
Tá ið eitt skeinkiloyvi verður endurnýggjað, kannar loyvisnevndin roknskapirnar og raksturin.
- Hetta er ein vinna, har tað ber orð fyri at verða svartir pengar uppi í og tískil verða roknskapirnir kannaðir og eisini fyri at vita um fallin mvg skul, og onnur skuld til tað almenna, er goldin.
- Samstundis kanna vit eftir um onnur viðurskifti eru, sum kunnu forða fyri, at skeinkiloyvi verður endurnýggja, eitt nú í sambandi við løgregluna ella einum fyribyrgjandi sjónarmiði.
Annars fær loyvisnevndin rættiliga nógvar umsóknir um tað, tey kalla hissini skeinkiloyvi. Tað eru skeinkiloyvi til ávís tiltøk, eitt nú stevnur av ymsum slagi.
- Tað voldir okkum í Loyvisnevndini ikki høvuðbrýggj, tí út frá einum fyribyrgjandi sjónarmiði, halda vit, at tað tálmar nýtsluna at fólk kunnu keypa á staðnum, heldur enn at noyðast at hava við heimanífrá.
LES EISINI GREININA: Rinda nú prísin fyri at misbrúka skeinkiloyvi