ÍF avrikið skal vera heilt øðrvísi

Í tveimum uppgerðum ímóti NSÍ higartil í ár er samantalda tapið hjá fuglfirðingum 9-1!

Tá ið Jógvan Martin Olsen og ÍF seinnapartin fara út til Runavíkar, er tað við vánaligum royndum frá teimum báðum ferðunum, sum NSÍ og ÍF hava spælt í ár. Í venjarakappingini spældu tey í hálvan tíma, og tá vann NSÍ 3-0. Dygst undan kappingarbyrjan hittust liðini í Runavík, og tá vann NSÍ 6-1!

-Spurningurin er so, um vit hava lært frá teimum dystunum, og hvussu liðið hevur ment seg í venjingunum. Vit eru í hvussu so er greiðir yvir, at talan verður um risa stóra avbjóðing, staðfestir ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.

Dánjal Pauli Højgaard og Poul Nolsøe Mikkelsen eru framvegis langtíðar skaddir.

Leivur Joensen var aftur til venjing hóskvøldið, eftir at hann hevði verið burturi við U-21 landsliðnum síðani mánadagin í síðstu viku.

 

Eftir heimatapið í fyrsta umfari ímóti HB, hevur NSÍ fótað sær við sigri í Klaksvík og á heimavølli ímóti Skála.

Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg eru framvegis langtíðarskaddir.

Í eina viku – frá skírisdegi og fram til í fyrrakvøldið – vóru fýra at lyklaspælarunum hjá NSí burturstaddir í landsliðsørindum. Teir eru Símun Rógvi Hansen, Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen.

 

Síðsta ferðin, at ÍF vann stig í Runavík, var í fyrra árið, tá ið úrslitið var 2-2. Síðsti ÍF sigurin í Runavík var í 2012, tá ið fuglfirðingar vunnu 2-1.

 

NSÍ-ÍF: Lars Müller kl. 15.00