Hóast ÍF Føroyar í kvøld skal undir eina av sínum størstu uppgávum nakrantíð, fær tað ikki venjaran at broyta fyrireikingarnar. Andras K. Thomassen segði við Sosialin í gjár, at bæði hann og leikararnir gleða seg, men teir hava ikki vant meir ella øðrvísi, nú uppgávan í kvøld eitur BK Frem.
- Vit hava koyrt júst sum vit plaga. Sjálvandi tosaðu vit nógv um dystin beint eftir lutakastið, men síðani hava vit hugsað um leikskránna í landskappingini og dystirnar har. Vit fara ikki at venja meiri ella gera alt øðrvísi, tí uppgávan er hendan. Í ÍF Føroyum skulu vit stuttleika okkum, gloyma lesnaðin og arbeiði. Tað skulu vit eisini gera í annaðkvøld, segði Andras K. Thomassen við blaðið.
Venjarin hjá ÍF Føroyum fegnaðist annars um, at stóri dysturin lá jú nú og ikki seinni í summar.
- Hesa tíðina eru nógvar próvtøkur. Tað merkir, at teir allarflestu leikararnir eru í Keypmannahavn og kunnu spæla, fegnast Andras. Fyri tveimum árum síðani spældi ÍF Føroyar í móti AB. Tað var mitt í summarfrítíðini, tá flestu leikararnir vóru heima í Føroyum, sum ikki passaði serliga væl til stóru uppgávuna.
Teir einastu leikararnar, venjarin ikki hevur tøkar í kvøld, eru Bergur Midjord og Pætur Dahl. Teir báðir fóru av vøllinum við skaða, tá liðið spældi um vikuskiftið. Tað merkir, at hópurin hjá ÍF Føroyum í móti BK Frem er hesin:
Jóhan Viderø Gunnarsson (B36), Niels Joensen (B36), Trygvi Askham (FC Hoyvík), Jákup F. Olsen (FC Suðuroy), Kaj á Stongum (FS Vágar), Emil Nolsøe Leivsson (HB), Jóhan Petur Holm (HB), Páll Mohr Joensen (HB), Rókur av Fløtum Jespersen (HB), Hanus Eliasen (ÍF), Steffan Kalsø (KÍ), Magni Høgnesen (LÍF), Bárður Danielsen (Skála) og Rasmus Nolsøe (TB).
Í klombrum stendur liðið, leikararnir seinast umboðaðu í Føroyum.